Bjóðar stjørnunum av

Bjóðar stjørnunum av
Vilt tú vita, hvussu tað er at spæla í Champions League-bólkaspælinum, spyr so Jóhannu Fossdalsá Sørensen, tí blaðunga fótbóltstalentið úr Hoyvík bjóðar nú av á hægsta stigi
Jóhanna Fossdalsá Sørensen spælir yrkisfótbólt við BK Häcken í Svøríki
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
01.02.2024 - 14:51

Tey kalla tað fyri besta málið, ið ongantíð var.

Tostão hevur bóltin á miðvøllinum og við frálíkari sending finnur hann Edson Arantes do Nascimento, ella bara Pelé, sum kemur við fullari ferð høgrumegin. Uttan bóltnerting fer gitni brasilski framherjin til vinstru, men letur bóltin fara til høgru fram við bæði sær og hjálparleysa málverjanum. Hann skjýtur úr spískum, men ólukkutíð fer bólturin fram við handaru stongini. - And he scores, no!, brestur úr BBC-frásøgumanninum, Barry Davies. Brasil vinnur kortini, og fýra dagar seinni er Pelé heimsmeistari fyri triðju ferð.

Evnaríki, føroyski fótbóltsspælarin, Jóhanna Fossdalsá Sørensen, hevði ongantíð sæð minniligu atsóknina hjá brasilsku tjóðarhetjuni, tá ið hon í dysti fyri FC Nordsjælland fekk eina líknandi fríspæling. Eins og Pelé læt hon bóltin fara annan vegin, meðan hon sjálv fór hin vegin rundan um málverjan. Munurin var, at tað eydnaðist Jóhannu at seta bóltin í tóma málið.

Gamaní, pallurin var minni – einki heimsmeistaraheiti var upp á spæl, men hugflogið og snildið var hitt sama, frekleikin eisini. Tað tók heldur ikki langa tíð, áðrenn onkur sendi unga málskjúttanum myndabrot frá HM-hálvfinaluni í 1970.

 

240201_PELE_JOHANNA
 
Jóhanna = Pelé: Pallurin er ein annar, men hugflogið og snildið kann samanberast

 

- Tá ið tú gert slíkt, hugsar tú ikki ordiliga. Tú ert bara í løtuni og spyrt; hví ikki? Tað ringasta, [sum kann henda] er, at tú brennir, sigur Jóhanna Fossdalsá Sørensen. Hoyvíkskvinnan er bert 18 ára gomul, og ungsinti eldhugin er eyðsýndur, meðan hon greiðir frá sínum yndismáli higartil.

- Eg sá, at málverjin kom út ímóti, so eg royndi tað bara, og tað eydnaðist, flennir hon.  
 
 
Av Stamford Bridge til Húsavíkar

Jóhanna Fossdalsá Sørensen er heima í jólafrí. Hon situr í stovuni hjá foreldrunum í Húsavík, har friðurin ræður, hóast sandoyartunnilin júst er latin upp og koyrandi er til meginøkið. Í lívinum hjá unga fótbóltstalentinum gongur kortini við fullari ferð framá.

Bert tveir dagar eru gingnir, síðan hon spældi dyst í Champions League fyri felag sítt, Häcken, ímóti Chelsea á Stamford Bridge. Á verjukenda miðvallarplássinum eydnaðist Jóhannu saman við liðfeløgunum at halda heimsstjørnum sum Fran Kirby og Sam Kerr burtur frá málinum og vinna eitt týðandi stig í dystinum um at spæla seg víðari í kappingini. Dysturin situr framvegis í kroppinum, ásannar hoyvíkingurin. Um ikki í vøddum og liðum, so í hvussu er í høvdinum.

- Ja, tí hetta er ein av teimum størstu dystunum, sum eg havi spælt. Eg havi ongantíð spælt ímóti so stórum liðum fyrr, so tað fer ikki afturum beinanveg. Tað er løgið, at tú ein dag hevur spælt ímóti Chelsea, og nú situr tú her í Húsavík, sigur Jóhanna.

 

240201_JOHANNA_SYNC_01
 
Í miðdeplinum: Tað kendist løgið hjá 18 ára gamla fótbóltsspælaranum, tá hon brádliga var 'hinumegin' Champions League-myndatólini

 

Ein dreymur, sum er vorðin veruleiki - sjáldan man orðingin hava verið meir hóskandi. Jóhanna er uppvaksin við Champions League, og eins og aðrir ungir fótbóltsspælarar hevur hon ímyndað sær, at tað var hon, sum spældi á stóru leikvøllunum á evropeiska meginlandinum. Tá ið hon stutt undan dystarbyrjan, fekk boðini um, at hon skuldi byrja inni, var tað nærum óhugsandi.

- Síðan mann byrjaði at spæla fótbólt, hevur mann altíð sæð hesar Champions League-dystirnar – siti framman fyri sjónvarpinum og í fríkorterunum hevur mann spælt Champions League og valt sær spælarar at vera. Og so sjálv at sleppa at spæla. Tá ið eg fekk debut, fangaði eg meg í at hugsa: “Eg spæli Champions League beint nú,” tí tað var so óveruligt. At standa undir liðini á øllum hesum stóru Chelsea-spælarunum, og so kemur kameraið framvið. Tá var eg um at fara at flenna, sigur Jóhanna.

- Men tá ið tú ert í gongd, er tað bara ein vanligur dystur, og tú gert bara títt arbeiði. 

 

Spældi saman við dreingjunum í HB 

Ferðin úr Hoyvík út á evropeisku Champions League-leikvøllirnar byrjaði í Gundadali í Havn. Pápi hennara varð venjari í HB, stóribeiggin, Heini Sørensen, var íðin fótbóltsspælari, og tí hevði fýra ára gamla Jóhanna í roynd og veru einki val. Fyrst hugdi hon at á síðulinjuni, men skjótt vandi hon saman við dreingjunum.

- Tað var natúrligt. Tá ið eg byrjaði, vóru ongar gentur á mínum aldri, sum spældu, greiðir hon frá.

 

Jóhanna Fossdalsá Sørensen spæli við bæði gentu- og dreingjaliðum hjá HB barnaárini. MYND: Bjarni Árting Rubeksen

 

Jóhanna treivst, og í fleiri ár spældi hon bæði á gentu- og dreingjaliðum í fleiri aldursbólkum. Saman við stórabeiggjanum las hon fótbóltsblaðið ‘Goal’, fótbóltsspælarar prýddu veggirnar á kamarinum og hugurin til fótbólt og ítrótt yvirhøvur vaks í hvørjum.

Fyrsta fetið út í heim varð stigið í 2018. Í fyrsta umfari var tað Heini Sørensen, sum skuldi royna seg í Danmark við FC Midtjyllandi, og familjan flutti niður. Jóhanna stóð seg væl við bólti - hon spældi eisini hondbólt fyrstu tíðina í Jútlandi - áðrenn hon valdi fótbóltin framum. Úr Vildbjerg SF Elite í Herning gekk leiðin til Keypmannahavnar og FC Nordsjælland.

- Tey tosa nógv [í Keypmannahavn], men eg haldi eisini, at tað var gott fyri meg. Eg flutti inn á akademiið har og búði saman við eini aðrari tað fyrsta hálva árið, tí vit ikki høvdu nóg nógv kømur. Tað gjørdi, at eg kom skjótt upp á pláss og kundi spæla væl, sigur Jóhanna. 

Var gerandisdagurin í stórbýnum avbjóðandi fyri eitt sindur smædna hoyvíkingin, fann hon kortini stevið mestsum beinanvegin á vøllinum. Hon kom til felagið í august, har hon byrjaði á U18-liðnum. Longu í november fekk hon sín fyrsta dyst í bestu deildini, og eftir jól varð hon flutt upp í fyrstaliðshópin, har hon skjótt vann sær fast pláss millum tær bestu 11.


 

Göteborg kallar

Framgongdin hjá unga fótbóltsúrmælinginum úr Hoyvík kom samstundis sum fótbóltur við kvinnum vann seg alt meira fram í Evropa. Yrkiskappingar verða stovnaðar í nógvum londum, og til ber hjá kvinnum at liva av fótbólti, hóast langt er upp til ovurstóru lønirnar hjá monnum. Í 2017 spældi Danmark seg í EM-finaluna, danska fótbóltskappingin styrknaði so líðandi og danskir spælarar verða keyptar av evropeiskum stórfeløgum. So líðandi gongur upp fyri unga føroyinginum, at fótbóltur kann verða meir enn eitt frítíðarítriv.

- Tað hevur gingið nógv frameftir. Nógvir spælarar eru farnir uttanlands, og tað, at nógvir spælarar eru byrjaðir at liva av fótbólti, hevur gjørt tað meir veruligt. Donsk feløg fingu eisini nógvar spælarar úr øðrum londum, sigur Jóhanna.

Tíðliga í 2023 eru boð eftir føroyinginum úr svenska toppfelagnum, BK Häcken, úr Göteborg. Jóhanna fer á vitjan og er væl nøgd við umstøðurnar.

- Eg visti, at eg skuldi víðari fyrr ella seinni, og hetta virkaði sum eitt natúrligt skifti, fortelur Jóhanna. Avgerðin er kortini trupul at taka. Bert 17 ára gomul hevur hon veruliga fótað sær í donskum fótbólti og telist millum stuðulsspælararnar hjá FC Nordsjælland.

- Vit vóru nógvir ungir spælarar, og vit hildu væl saman á liðnum. Í Danmark leggja tey eisini stóran dent á trivnað. Um eg skifti, visti eg, at tað fór at vera harðari við nýggjum máli og umstøðum, sigur Jóhanna, sum ivaðist nógv.

- Eina viku var eg til reiðar at skifta felag, og næstu vikuna segði eg: “Nei, tað skal eg ikki. Eg skal vera her eitt sindur longur”, sigur hoyvíkingurin. Hon gjørdi listar við fyrimunum av vansum, men framsøkni og møguligur Champions League-fótbóltur vigaðu tungt.

 

240201_JOHANNA_SYNC_02
 
Jóhanna hevði tað gott í FC Nordsjælland, og tí var tað ikki lætt at taka avgerð um at flyta til BK Häcken í Göteborg.

 

Spæl hennara versnaði av tí sama, heldur Jóhanna, men eftir drúgva umhugsan valdi hon at taka av:

- Tað er vert at taka ein kjans.


“All in” eftir dreyminum

Tað er kortini ikki vist, at tú fært ein kjans. Unga fótbóltstalentið skifti donsku fótbóltsblusuna út við ta svensku í summar, og fyrsta tíðin í Göteborg hevur verið avbjóðandi. BK Häcken kappaðist um meistaraheitið í Damallsvenskuni fjør, og Jóhanna fekk ikki so nógva tíð á vøllinum. Kappingin ímillum spælararnar er harðari - tónin eisini – og tað kann vera einsligt at búgva fyri seg sjálva í egnari íbúð.

- Nordsjælland hevur gjørt tað gott, so eg havi hugsað: “Var hetta tað rætta?” Men tað nyttar ikki at hugsa soleiðis, og eg má bara blíva við at arbeiða hart, og so fer tað at koma, sigur Jóhanna, sum brádliga fekk møguleikan ímóti Paris FC í november og síðan er byrjað inni heima og úti ímóti Chelsea í evropeisku meistarakappingini.  

- Nú havi eg byrjað inni í Champions League á Stamford Bridge, so tað vigar kanska upp ímóti, og tað verður kanska lættari komandi hálva árið, tí nú eri eg komin inn á liðið, metir hon. Júst tað er ilt at spáa um, men Jóhanna hevur longu lært nógv.

- Tú verður trýst hvønn dag til venjing. Hevur tú eina vánaliga venjing, kann tað merkja, at tú ikki fært kjansin um vikuskiftið. Eg havi ment meg bæði mentalt og fótbóltsliga, sigur Jóhanna, sum nú spælir fótbólt burturav.

- Alt er lagt til rættis eftir venjingini, og eftir venjing hevur tú tíð til styrkivenjing. Um kvøldið kanst tú slappa av og fyrireika teg til dagin eftir.

Við hesum vaksa krøvini - tú hevur ongar umberingar – men Jóhanna Fossdalsá Sørensen tykist ikki at óttast høg krøv. Hjá henni ræður nú um at fáa meiri spælitíð og ein størri leiklut í Häcken. Sum hon sigur:

- Tað er gott at seta yvirleggjaran høgt og fara ‘all in’ eftir tí.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 15. mai
Morgunlestur mikudagur 15. mai 2024
174855
Mikudag 15. mai
LEITISSTEIN 14.05.2024
175079
Týsdag 14. mai
Breddin: Verkfall og haturstala
175044
Týsdag 14. mai
Góðan morgun Føroyar
175040
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 14. mai
Veðrið
175069
Týsdag 14. mai
Breddin: Orðaskifti um verkfall
175057
Sunnudag 12. mai
Norðurmakedónia - Føroyar (34-26)
174958
Sunnudag 12. mai
Estetiskur fimleikur: FM 2024
174949