Kanadiski forsætisráðharrin leggur kanska frá sær

Kanadiski forsætisráðharrin leggur kanska frá sær
Justin Trudeau er undir hørðum trýsti, tí hann verður hildin at vera ov veikur mótvegis nýggja amerikanska forsetanum
Kanadiski forsætisráðharrin Justin Trudeau er undir hørðum trýsti í løtuni.
Mynd: Reuters/Ritzau Scanpix  
 
06.01.2025 - 08:19

Kanadiski forsætisráðharrin Justin Trudeau er komin undir alsamt størri trýst seinastu tíðina, og nú verður gitt, at hann møguliga fer at leggja frá sær seinni í hesi vikuni.

Sambært kanadiska miðlinum Globe and Mail kann tað henda longu fyri landsfundin hjá Liberala flokkinum, sum verður mikudagin.

Síðan Donald Trump vann amerikanska forsetavalið í november, hevur hann tosað niðrandi um Kanada, og hevur millum annað kallað Justin Trudeau fyri "guvernør í stóra statinum Kanada" - so at skilja, at Kanada bert er at rokna sum ein statur í USA.

 

Ov veikur

Kanadiskir politikarar halda, at Trudeau hevur verið ov veikur mótvegis Trump, og í minsta lagi sjey tinglimir í hansara egna flokki hava alment heitt á Trudeau um at leggja frá sær.

53 ára gamli Justin Trudeau tók við sum leiðari í Liberala flokkinum í 2013, og hann hevur verið forsætisráðharri síðani 2015.

Tjóðartingsval verður í Kanada í oktober, og sum nú er vísa meiningakanningar, at Liberali flokkurin fer at tapa stórt fyri Konservativa flokkinum, sum stendur til at vinna valið.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 19. oktober
Norðurljóð 19.oktober 2026
214430
Mánadag 19. oktober
RagnarRokk: Brian Tichy um Led By Vultures
214018
Sunnudag 18. oktober
Bolero 18 okt 2026
214959
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 19. oktober
Veðrið
215028
Mánadag 19. oktober
Leivur vil liva - teknmálstulkað
215025
Sunnudag 18. oktober
Andaktin við Jørgeni Frantz Andreasen
214952
Sunnudag 18. oktober
Møti úr Nerija á Skála
214961