Mæla til annað navn enn Havnará

Mæla til annað navn enn Havnará
Felagið Havnar hugni undrast á navnavalið, og hevur vent sær til staðarnavnanevndina
Staðarnavnanevndin vil hava annað navn enn Havnará fyri hesa ánna. (Savnsmynd: Bjarni Árting Rubeksen)
 
16.02.2024 - 08:17

Almenna staðarnavnanevndin mælir til, at annað navn verður funnið fyri Havnará í miðbýnum í Havn, tí navnið kann elva til misskiljingar, nú tað verður brúkt um nýggju ánna oman á Havnará.

Tað er felagið Havnar hugni, sum undrast á navnavalið, og hevur sent navnanevndini fyrispurningin. 

Jógvan í Lon Jacobsen, er formaður í almennu staðarnavnanevndini:

 

16022024_Havnara

 

Heðini Mortensen, borgarstjóri, er avgjørdur.

- Í mínari verð er hatta Havnará, hon hevur altíð itið Havnará, og fer altíð at eita Havnará. Fara vit fyrst at broyta her, so koma fleiri ynski um navnabroytingar í kommununi, sigur borgarstjórin, sum sigur, at málið verður ikki beint í nakra nevnd.

Tróndur Sigurðsson, formaður í byggi- og býarskipanarnevndini, sigur í stuttari viðmerking, at tað er gott, at spurningurin um Havnará verður umrøddur. Møguliga verður málið lagt fyri gøtunavnanevndina, ella verður almenn hugskotskapping, sigur hann.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 17. september
Tí tú ert kvinna 2:3
213315
Mikudag 16. september
Mono - Gissur Patursson - 160926 - 2. sending
213360
Mikudag 16. september
Skratsj 16. septembur 2026
213358
Mikudag 16. september
Tí tú ert kvinna - longri samrøða
213205
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 15. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213311
Týsdag 15. september
Veðrið
213303
Týsdag 15. september
40 ár síðani fólkaatkvøðuna
213167
Mánadag 14. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
213232
Mánadag 14. september
Veðrið
213221