Ongi donsk verjuskip í føroyskum øki

Ongi donsk verjuskip í føroyskum øki
Orsøkin er, at tvey av nýggjastu skipunum í Knud Rasmussen-klassanum liggja svínabundin í havnini í Nuuk í Grønlandi. Bæði hava trupulleikar við ljósmotorinum.
 
18.02.2024 - 15:14

Hvidbjørnen átti at verið í føroyskum øki nú, men orsakað av, at bæði skipini í Grønlandi liggja við maskinbreki, er Hvidbjørnen farin til Grønlands.

Hetta merkir, at eftirlitið við føroyskum øki í løtuni fyrigongur við fylgisveinaeftirliti og við at flúgva í økinum.

Men flogførini hjá donsku verjuni hava eisini trupulleikar. Tað eru Challenger-flogførini, sum verða nýtt í Norðuratlantshavi, og tey hava eisini havt trupulleikar í seinastuni, upplýsir danska verjan fyri DR.

Tað var júst eitt av Challenger-flogførunum, sum hjálpti til í leitingini, tá Kambur sakk sunnanfyri tann 6. februar. Flogfarið var í fyrstu atløgu seinkað til Føroya, tí tað hevði tekniskar trupulleikar.

Edvard Bjarnason, deildarileiðari á MRCC, sigur, at tað hevur ikki so stóra ávirkan á trygdina í føroyskum sjóøki, at onki danskt verjuskip er her. Tí vanliga klárar Vørn allar bjargingar við føroysku skipunum og tyrluni.

Arktisk Kommando, bindeled Færøerne, vil ikki viðmerkja støðuna, tí talan er um viðurskifti, sum eiga at vera svarað longur uppi í skipanini, siga tey.

Støðan í donsku verjuni verður nøgv umrødd í Danmark í løtuni. Millum annað hava somu skip, sum nú liggja við maskinbreki, ikki kunna brúkt kanónirnar í fleiri ár.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 5. november
Breddin: Tilboð um rúsevnisviðgerð
215961
Mikudag 4. november
Dansival 04 nov 2026
215927
Mikudag 4. november
Skratsj 4. novembur 2026
215925
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 5. november
Talvið um Tinganes (1:2)
215911
Mikudag 4. november
Hondbóltur: Føroyar - Kosovo
215928
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215890
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215891
Týsdag 3. november
Veðrið
215860