- Tíðindi, mentan og ítróttur
Royndin at selja partabrøvini kostaði hálva millión
Royndin at selja partabrøvini hjá landinum í Smyril Line hevur kostað landskassanum hálva millión krónur.
Tað vísa skjøl, sum Kringvarpið hevur fingið frá Løgmansskrivstovuni og Fíggjarmálaráðnum.
Í desember 2021 frættist, at undanfarna landsstýrið vildi selja partabrøvini í Smyril Line sum lið í samferðslupakkanum. Ætlanin var at fáa 79 milliónir krónur fyri tey 16 prosentini, sum landið eigur av partapeninginum.
Tann ætlanin kom ongantíð á mál, tí tað eydnaðist ikki at finna ein keypara.
Rokning fyri virðismeting
Ein ráðgevi, Marner Jacobsen, fekk kortini til uppgávu at virðismeta partabrøvini.
Fyri ómakin sendi hann Fíggjarmálaráðnum eina rokning upp á 101.968,75 krónur - íroknað mvg.
Tá Javnaðarflokkurin, Tjóðveldi og Framsókn tóku við í desember 2022, var hildið fram við arbeiðinum at selja partabrøvini.
Og enn eina ferð var neyðugt at finna uttanhýsis ráðgeva at gera eina kostnaðarmeting og selja partabrøvini.
Selja ikki kortini
Arbeiðið bleiv boðið út, og vann eitt samstarv millum Poul Schmith, kamaradvoktat, Kára Davidsen hjá FaroeLaw og Súna Schwartz Jacobsen hjá Numo útbjóðingina.
Men heldur ikki hesa ferð eydnaðist tað at selja partabrøvini. Í farnu viku boðaði Løgmansskrivstovan frá, at partabrøvini ikki verða seld kortini.
Nakrir keyparar vístu áhuga, men tá avtornaði, fekk landsstýrið einki boð upp á partabrøvini.
Men rokningin frá ráðgevunum kom kortini.
Hesa ferð var rokningin 409.475 krónur, upplýsir Løgmansskrivstovan.