Fleiri føroyingar spæla evropeiskan hondbólt í kvøld

Fleiri føroyingar spæla evropeiskan hondbólt í kvøld
Hákun West av Teigum, Óli Mittún og Jóhan á Plógv Hansen spæla allir Evropa League-hondbólt í kvøld
Óli Mittún og IK Sävehof spæla týðandi heimadyst í Evropa League í dag
Mynd: picture alliance / TT NYHETSBYRÅN  
 
20.02.2024 - 15:40

Hákun West av Teigum, Óli Mittún og Jóhan á Plógv Hansen skulu allir spæla Evropa League-hondbólt í dag.

Felagið hjá Hákuni West av Teigum, Füchse Berlin, tekur ímóti Sporting á heimavølli. Føroyski vongurin hevur fingið fitt av spælitíð í Evropa League í ár, meðan tað hevur verið langt ímillum minuttirnar í landskappingini. 

Vinnur týska høvuðsstaðarfelagið dystin, verða fýra stig niður til 2. plássið í bólkinum og víðari luttøkan mestsum tryggjað.

 

Óli og teir undir trýsti

Óli Mittún og IK Sävehof taka ímóti danska felagnum Skjern í Partille Arena. 

Teir gulu og svørtu eru undir trýsti undan dystinum. Sävehof liggur á 3. plássi við trimum stigum aftanfyri Skjern og Nexe, sum hava fýra stig, og tí skulu føroyski bakspælarin og liðfelagarnir helst vinna.

Flensburg og Jóhan á Plógv Hansen vitja serbiska liðið Vojvodina. Týskararnir eru fremst við fýra stigum saman við Kadetten Shaffhausen undan dystinum. 

 

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 4. oktober
Møti í Filadelfia í Gøtu
214246
Sunnudag 4. oktober
Guðstænasta í Gøtu kirkju
214240
Leygardag 3. oktober
Plátupanelið #42 (1996)
214225
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Sunnudag 4. oktober
Andaktin við Jastrid á Dul Sørensen
214241
Leygardag 3. oktober
Sement 2026 (1:3)
214234
Fríggjadag 2. oktober
Pan-Arctic Vision 2026
214213
Fríggjadag 2. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214162