- Tíðindi, mentan og ítróttur
Fá blind ella sjónveik á danska arbeiðsmarknaðinum
Fá blind ella sjónveik á danska arbeiðsmarknaðinum
Meginparturin av dønum, sum eru blindir ella sjónveikir eru ikki á arbeiðsmarknaðinum

Diana Stentoft, næstforkvinna í Danska Blindafelanum sigur, at viðurskiftini á arbeiðsplássunum ikki eru nøktandi fyri blind og sjónveik.
Mynd: Dansk Blindesamfund
20.02.2024 - 17:32
Tað vísa nýggj tøl hjá Danska Blindafelagnum. Har sæst at bara ein triðingur av fólki, sum eru blind arbeiða.
Tað er munandi minni samanborið við fólk, sum bera onnur brek. Av teimum vóru 61 prosent á danska arbeiðsmarknaðinum í 2021.
Tað skriva Berlinske og DR.
Orsøkin er millum annað viðurskiftini á arbeiðsplássunum, sum ikki eru nøktandi fyri blind og sjónveik, sigur Diana Stentoft, næstforkvinna í Danska Blindafelanum.
Sambært Danska Blindafelagnum hevur talið á talið á blindum og sjónveikum í arbeiði verið at kalla tað sama tey síðstu 40 árini.
Sjóndepilin sigur, at eingi tøl eru fyri, hvussu nógv blind og sjónveik eru á føroyska arbeiðsmarknaðinum.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV




























