ES-kanning: Bara 10 prosent halda, at Ukraina vinnur kríggið

ES-kanning: Bara 10 prosent halda, at Ukraina vinnur kríggið
Londini, har tey flestu vænta, at Ukraina vinnur, eru Pólland, Portugal og Svøríki, har 17 prosent siga seg vænta tað
Leygardagin eru tvey ár, síðani Russland leyp á Ukraina. (Savnsmynd: Ritzau Scanpix)
 
21.02.2024 - 15:37

Stór meiningakanning í 12 ES-londum vísir, at bara 10 prosent av teimum spurdu halda, at mest sannlíkt er, at Ukraina vinnur kríggið við Russland.

37 prosent halda, at kríggið endar við friðaravtalu, og 20 prosent halda, at størstu sannlíkindi eru fyri, at Russland vinnur, vísir kanningin, sum YouGov og Datapraxis hava gjørt.

19 prosent svaraðu, at tey vita ikki, 12 prosent svaraðu hvørgin, og trý prosent hava onga støðu. 

 

Stórur munur á londunum

Í Grikkalandi vænta 47 prosent eina friðaravtalu, men í Ungarn halda 31 prosent, at Russland vinnur. 

Londini, har tey flestu vænta, at Ukraina vinnur, eru Pólland, Portugal og Svøríki, har 17 prosent siga seg vænta tað.

Í kanningini var eisini spurt, hvørja støðu tey hava til stuðul til Ukraina. 

Har halda 41 prosent, at Evropa eigur at leggja trýst á Ukraina fyri at fáa samráðingar í lag um eina friðaravtalu. Og 31 prosent halda, at stuðul eigur at verða veittur Ukraina, so landið kann taka hersettu økini aftur frá Russlandi.

 

50 prosent í Svøríki

Svøríki er landið, har flest stuðla Ukraina. Har halda 50 prosent, at Evropa eigur at stuðla Ukraina. Í Portugal er talið 48 prosent og Póllandi 47 prosent.

Í Ungarn og Grikkalandi er hesin parturin bara 16 prosent, og 64 prosent av ungarum halda, at Evropa eigur at leggja trýst á Ukraina um at fáa eina friðaavtalu í lag.

Sí meiningakanningina her.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 23. oktober
Vikuskiftið 23 okt 2026
215288
Fríggjadag 23. oktober
2. partur
215278
Fríggjadag 23. oktober
Beinleiðis úr Studio 5 - Søren Manscher
215266
Fríggjadag 23. oktober
Breddin: Grøna orkuskiftið er steðgað upp
215263
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 23. oktober
Mentanarvirðislønir landsins 2026
215302
Fríggjadag 23. oktober
Veðrið
215286
Hósdag 22. oktober
Veðrið
215237
Hósdag 22. oktober
Tá týskurin bumbaði Klaksvík
215155
Mikudag 21. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215120