Sambýlið í Reynstúni fær tvær milliónir aftrat

Sambýlið í Reynstúni fær tvær milliónir aftrat
Fíggjarnevndin tekur undir við uppskotinum frá landsstýrinum
Tær tvær milliónirnar eru tøkar í fíggjarlógini fyri 2024, sigur Almannaráðið, tí sambýlið á Mýrini bleiv bíligari enn mett. (Savnsmynd: Bjarni Árting Rubeksen)
 
23.02.2024 - 18:05

Fíggjarnevndin er samd um lata Almannaráðnum tvær milliónir krónur aftrat til sambýlið til fólk við menningartarni og fjølbreki í Reynstúni á Argjum.

Í 2022 læt løgtingið 54 milliónir til byggingina.

Nú hevur Almannaráðið biðið um tvær milliónir aftrat.

Tær tvær milliónirnar eru tøkar í fíggjarlógini fyri 2024, sigur Almannaráðið, tí sambýlið á Mýrini bleiv bíligari enn mett.

Fíggjarnevndin sigur seg hava fingið at vita, at Landsverk hevur gjørt uppskot um ein nýggjan leist til uppgávu- og ábyrgdarbýtið millum Almanna- og mentamálaráðið og Landsverk.

Tann leisturin sigur, hvørjar uppgávur hvør partur hevur í byggitilgongdini. 

Almanna- og mentamálaráðið tekur undir við hesum leisti.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 6. november
Vikuskiftið 6 nov 2026
216044
Fríggjadag 6. november
Eitt korter við jazzi 5. november 2026
216040
Fríggjadag 6. november
LEITISSTEIN 06.11.2026 (Benjamin Rajani)
216031
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 6. november
Veðrið
216045
Fríggjadag 6. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216011
Hósdag 5. november
Veðrið
215981
Hósdag 5. november
Talvið um Tinganes (1:2)
215911
Mikudag 4. november
Hondbóltur: Føroyar - Kosovo
215928