Siga farvæl við lívsverkið í Koltri

Siga farvæl við lívsverkið í Koltri
Eftir 30 ár í Koltri eru hjúnini Lukka og Bjørn Patursson farin at rigga av. Bjørn hevur sagt upp sum fyristøðumaður í Koltri.
23.02.2024 - 21:24

Tað var í 1994, at Bjørn Patursson tók við festinum í Koltri. Ungi festarin hevði dreymar um at menna landbúnaðin í oynni. Í 2013 vard lagt upp til, at ein sonevnd antikvarisk serskipan skuldi gerast fyri Koltur. Síðan varð farið undir at menna koltursætlanina, ið fevnir um varðveiting og nýbygging av býlingum í Koltri og um at endurskapa upprunaligu náttúruna í oynni. Tjóðsavnið stendur fyri verkætlanini, og Bjørn Patursson gjørdist fyristøðumaður í Koltri. 

Býlingurin Heima í Húsi í Koltri er endurskaptur og í dag eitt dømi um bygging í gamla bóndasamfelagnum. Tíðarfestingar av brendum byggkorni vísa, at fólk hava búð Heima í Húsi síðan víkingaøldina, tvs. í ár 800-900. Fyri framman stendur ein stór verkætlan, ið er mett at kosta umleið 65 milliónir krónur. Løgtingið og Tórshavnar Býráð hava givið tilsøgn um pengar til verkætlanina, ið Tjóðsavnið skal standa fyri, og sum eisini skal fíggjast við stuðli úr grunnum osv.

66 ára gamli Bjørn Patursson hevur nú valt at gevast sum fyristøðumaður í Koltri. Hann vil loyva nýggjum kreftum framat.

 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 18. mars
Valkøn 18. mars
205846
Mikudag 18. mars
Fyrsta val 18. mars 2026
205820
Mikudag 18. mars
Fyrireiking er lykilin
205812
Mikudag 18. mars
Andgletturin
205811
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 18. mars
APO00157 - teknmálstulkað
205845
Mikudag 18. mars
Dagur og vika - teknmálstulkað
205826
Mikudag 18. mars
Andgletturin - Miðflokkurin
205810
Mikudag 18. mars
Sjálvstýri í heita stólinum (4:7)
205808