Kveikir komandi ættarlið: Lærari vinnur Novo Nordisk-virðisløn

Kveikir komandi ættarlið: Lærari vinnur Novo Nordisk-virðisløn
Johann Jansson Petersen verður heiðraður fyri at menna undirvísingina í náttúruvísindum, umframt at kveikja áhugan hjá ungum í Føroyum fyri fakinum
 
18.03.2026 - 21:55

Johann Jansson Petersen, sum undirvísir í náttúruvísind í Eysturskúlanum í Havn, hevur fingið virðisløn fyri sítt arbeiði við at styrkja áhugan fyri náttúruvísindum hjá næmingum.

Tað skrivar Novo Nordisk-grunnurin í tíðindaskrivi.

Virðislønin verður latin í sambandi við stóru náttúruvísindaráðstevnuna, Big Bang, sum í hesum døgum verður hildin í Odense, og fer til undirvísarar, sum hava gjørt ein serligan mun.

Í grundgevingini verður serliga víst á, at Johann Jansson Petersen hevur ment eina náttúruvísinda-linju í Eysturskúlanum, sum hevur fingið fleiri næmingar at velja at fara víðari við millum annað náttúruvísind-lesnaði.

Kveikir áhugan hjá næmingum
Næmingar hjá honum luttaka eisini í kappingum, sum eitt nú First Lego League, nýskapanarkappingum og við íverksetan, sum er við til at styrkja áhugan og motivera tey ungu.

Við virðislønini verður Johann Jansson Petersen heiðraður fyri at hava gjørt náttúruvísind meira spennandi, og at hava kveikt áhugan hjá komandi ættarliðum, verður sagt í grundgevingini.

Við virðislønini fylgir ein persónlig heiðursgáva upp á 50.000 krónur, og millum 150.000 og 500.000 krónur verða lætnar útbúgvingarstovninum hjá móttakaranum, skrivar Novo Nordisk-grunnurin í tíðindaskrivi.

Hoyr innslag í tíðindunum á nátturða:

Johann_Jansson_Petersen

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 27. oktober
Veðrið
215479
Mánadag 26. oktober
Veðrið
215405
Sunnudag 25. oktober
Bygdarlív 2 - Porkeri
215341
Sunnudag 25. oktober
Andakt
215339
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215334