Jørgen Niclasen angrar ikki forskattingina av pensjónum

bannari
Jørgen Niclasen angrar ikki forskattingina av pensjónum
Skattaskipanin var vorðin so, at tað loysti seg ikki at arbeiða, og neyðugt var við skattabroyting, sigur fyrrverandi landsstýrismaðurin í fíggjarmálum
Jørgen Niclasen var landsstýrismaður í fíggjarmálum, tá forskattingin av pensjónum var sett í verk.
 
18.03.2026 - 13:44

Ósemja er í Fólkaflokkinum um, hvørt tað var rætt ella ikki at forskatta pensjónirnar.

Jørgen Niclasen, sum var landsstýrismaður í fíggjarmálum og átti lógaruppskotið um at forskatta pensjónirnar, angrar tað ikki.

Hann sigur, at um tað mundið, forskattingin var sett í verk, var skattaskipanin vorðin so, at tað loysti seg ikki at arbeiða, og neyðugt var við eini skattabroyting.

Seinni er forskattingin av pensjónum brúkt til at fíggja eldraøkið, sum annars hevði ligið í sori, sigur hann.

Jørgen Niclasen sigur, at Fólkaflokkurin fer ikki at rulla forskattingina av pensjónum aftur.

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum: 

 

18032026_Jorgen_um_forskatting

 

 

 

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 3. november
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215820
Mánadag 2. november
Veðrið
215775
Sunnudag 1. november
Andakt við Dann Johannesen
215717