Viðmerkjari: Merkistvert at bæði Vivian og Kim rýma úr Siumut

Viðmerkjari: Merkistvert at bæði Vivian og Kim rýma úr Siumut
Vivian Motzfeldt og Kim Kielsen eru misnøgd við avgerðina hjá floksleiðsluni um at taka Siumut út landsstýrissamgonguni
Kim Kielsen og Vivian Motzfeldt eru bæði farin úr Siumut.
 
18.03.2026 - 15:14

Kim Kielsen, formaður í grønlendska landstinginum, hevur boðað frá, at hann hevur tikið seg úr Siumut, sum avleiðing av einari ósemju í flokkinum.

Kim Kielsen hevur verið í Siumut í meira enn 40 ár, og hann hevur bæði verið floksformaður og landsstýrisformaður.

 


Arnakkuluk Jo Kleist.

 

Í gjár boðaði Vivian Motzfeldt, landsstýriskvinna í uttanríkismálum, frá, at hon fór úr Siumut, tí hon er misnøgd við avgerðina hjá floksleiðsluni um at taka Siumut úr landsstýrissamgonguni.

- At tveir so stórir profilar fara úr Siumut er merkisvert, sigur Arnakkuluk Jo Kleist, viðmerkjari, sum hevur stórt innlit í grønlendska samfelagið.

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum: 

 

18032026_Gronlendskur_politikkur

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 13. juli
Poppverturin 7
208460
Sunnudag 12. juli
Tónleikur í 13 øldir (2:10)
210346
Sunnudag 12. juli
Søgan um Johnny Cash 2.partur
210678
Sunnudag 12. juli
Guðstænasta úr Miðvágs kirkju
210824
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 11. juli
Vestanstevnuróðurin 2026
210817
Leygardag 11. juli
Vestanstevna 2026: 6 MANNAFAR KVINNUR
210815