Metnógv antisemitisma niðri

Metnógv antisemitisma niðri
Tilsamans vóru 121 antisemitiskir tilburðir í Danmark í fjør, og tað er met. Tað skrivar Kristeligt Dagblad.
Dømi um antisemitismu er skelti ovast til høgru, har ein dávidsstjørna undir eini palestinskvinarligari kravgongu í Aarhus verður koyrt í eina ruskspann við heitinum “Halt heimin reinan”
Mynd: Mikkel Berg Pedersen/Ritzau Scanpix  
 
24.02.2024 - 11:20

Jødiska samfelagið í Danmark staðfestir til samanberingar, at bara níggju antisemitiskir tilburðir vóru árið fyri.

20 av teimum 121 tilburðunum vóru beinleiðis hóttanir, annaðhvørt persónligar deyðshóttanir ella hóttanir ímóti jødum sum bólki.

101 av teimum 121 antisemitisku tilburðunum, svarandi til 83 prosent, hendu eftir yvirgangsatsóknina í Ísarel tann 7. oktobur, og 88 av teimum høvdu beinleiðis samband við eftirfylgjandi kríggið millum Ísrael og Hamas.

Eisini í londum sum Fraklandi og Bretlandi settu antisemitiskir tilburðir met, og bara í Bretlandi var talan um ein vøkstur upp á 147 prosentstig, samanborið við 2022.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 14. oktober
Dansival 14. oktober 2026
214783
Mikudag 14. oktober
Vágskálin: Bersøgin og viljasterk kvinna
213902
Mikudag 14. oktober
Mono - 2. sending - 141026
214779
Mikudag 14. oktober
1. partur: Áðrenn og aftaná
214704
Mikudag 14. oktober
Eitt korter við klassiskum
214756
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 13. oktober
Veðrið
214715
Mánadag 12. oktober
Veðrið
214655
Sunnudag 11. oktober
Møti úr Oasuni í Hoyvík
214615
Sunnudag 11. oktober
Andakt
214609
Leygardag 10. oktober
Sement 2026
214595