Gongd í haga: Kommunur fáa ov stórar skyldur

Gongd í haga: Kommunur fáa ov stórar skyldur
Klaksvíkar kommuna heldur, at inntøkuparturin hjá kommununi er alt ov lítil, og landsstýrismaðurin fær alt ov stórar heimildir
Klaksvíkar Kommuna mælir tí til, at lógaruppskotið um at skipa ferðavinnuna ikki verður lagt fyri løgtingið í hesi tingsetuni. (Savnsmynd: Bjarni Árting Rubeksen)
 
26.02.2024 - 16:08

Lógaruppskotið um gongd í haga leggur alt ov stórar skyldur á kommununa. 

Tað sigur Klaksvíkar kommuna í hoyringarsvari til landsstýrismannin í ferðavinnumálum, sum er á veg í løgtingið við lógaruppskoti um at skipa ferðavinnuna.

Í hoyringarsvarinum skrivar Klaksvíkar kommuna, at inntøkuparturin hjá kommununi er alt ov lítil, landsstýrismaðurin fær alt ov stórar heimildir, og harumframt eru nógvir ósvaraðir spurningar og nógv ógreið viðurskifti í lógaruppskotinum.

 

Ikki kjølfesti í lokalsamfelagnum 

- Lógaruppskotið hevur ikki kjølfesti í lokalsamfeløgum, har ferðavinnan í stóran mun setir sín dám, skrivar Klaksvíkar Kommuna og vísir á, at slíkt, víttfevnt lógaruppskot, ið hevur so stóra ávirkan á kommunu, jarðareigarar, bøndur, vinnu, borgarar og bygdir, átti at verið nógv greiðari. 

Víðari vísir kommunan á, at allir áhugapartar áttu at verið tiknir við í fyrireikandi lógararbeiði. Sannlíkt hevði lógaruppskotið tá verið betri, greiðari og meira semjusøkjandi, skrivar kommunan.

Klaksvíkar Kommuna mælir tí til, at lógaruppskotið um at skipa ferðavinnuna ikki verður lagt fyri løgtingið í hesi tingsetuni.

- Mælt verður til, at lógaruppskot, í munandi broyttum og bøttum líki, verður heldur lagt fram í næstui tingsetu, skrivar Klaksvíkar kommuna.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 7. november
PLÁTUPANELIÐ #43 (1976)
216068
Leygardag 7. november
Jambalaja - 071126
216065
Leygardag 7. november
Upp á tá - 061126
216062
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 7. november
Talvið um Tinganes (1:2) - teknmálstulkað
216066
Leygardag 7. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216058
Fríggjadag 6. november
Veðrið
216045
Fríggjadag 6. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216011