Ílegulógin verður endurskoðað

Ílegulógin verður endurskoðað
Uppskotið og viðmerkingar eru 60 síður, og haraftrat eru 12 hoyringarsvar
Nú er ætlanin at endurskoða ílegulógina, sum er 18 ára gomul. (Savnsmynd: Schutterstock)d: Shutterstock
 
29.02.2024 - 08:55

Nú 18 ár eru liðin, síðani lógin um gransking í mannaílegum, ílegulógin, kom, er hon endurskoðað.

Margit Stórá, landsstýriskvinna, hevur lagt uppskotið um endurskoðaðu lógina fyri løgtingið.

Uppskotið og viðmerkingar um tað eru 60 síður.

Harafturat eru 12 hoyringarsvar.

 

Margit Stór, landsstýriskvinna í heilsumálum. (Savnsmynd)

 

Strika gjald

Ein ætlað broyting er at strika gjaldið, 10.000 kr. um árið, sum granskarar lata Ílegusavninum.

Heilsumálaráðið metir, at gjaldið er ein forðing fyri føroyskari gransking í mannaílegum.

Tað er ein eyka byrða, sum verður løgd á føroyskar granskarar, sum frammanundan hava tungt við at fáa fígging til granskingarverkætlanir, sigur Heilsumálaráðið.  

Talan er um 200.000 kr. um árið.

 

(Savnsmynd)

 

Akademikarastarv

Hildið verður, at Heilsustýrið hevur brúk fyri at seta fjórðings akademikarastarv til Genomskránna.

Tað kostar 120.000 kr. um árið.

Sí uppskotið um ílegulógina her.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 28. august
Vikuskiftið 28 aug 2026
212437
Fríggjadag 28. august
Søgan um Johnny Cash 8. partur
212406
Fríggjadag 28. august
Breddin: Politiskt orðaskifti um eldraøkið
212394
Fríggjadag 28. august
RagnarRokk: Gus G um Steel Burner
212034
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 28. august
Veðrið
212423
Fríggjadag 28. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212386
Hósdag 27. august
Veðrið
212358
Mikudag 26. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212290
Týsdag 25. august
Veðrið
212262