Privat sleppa ikki at selja streym beinleiðis til kundan

Privat sleppa ikki at selja streym beinleiðis til kundan
Ásetingin er tikin úr lógaruppskotinum, sum nú er farið til eftirkanningar á løgtingsskrivstovuni
Privat sleppa ikki fyribils at selja streym beinleiðis til brúkaran. Ein serfrøðingabólkur viðger málið í løtuni. (Savnsmynd)
 
01.03.2024 - 09:05

Ásetingin um, at privatir aktørar kunnu selja streym beinleiðis til kundan, er tikin úr uppskotinum um broytingar í elveitingarlógini, sum Ingilín D. Strøm, landsstýriskvinna í umhvørvismálum, hevur borið tinginum til eftirkanningar.

Uppskotið verður lagt fram í næstu viku.

 

Ingilín D. Strøm er landsstýriskvinna í umhvørvismálum. (Savnsmynd: Bjarni Árting Rubeksen)

 

Ingilín D. Strøm sigur, at føroyska elskipanin er samhaldsføst, og eingin ivi skal vera um leiklutin hjá SEV sum høvuðsbulur í skipanini. 

Ein serfrøðingabólkur viðger í løtuni spurningin um leiklutin hjá privatum at selja avlopsstreym til SEV ella beinleiðis til kundan. 

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum: 

 

01032024_Elveitingarlog

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 6. november
Vikuskiftið 6 nov 2026
216044
Fríggjadag 6. november
Eitt korter við jazzi 5. november 2026
216040
Fríggjadag 6. november
LEITISSTEIN 06.11.2026 (Benjamin Rajani)
216031
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 6. november
Veðrið
216045
Fríggjadag 6. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216011
Hósdag 5. november
Veðrið
215981
Hósdag 5. november
Talvið um Tinganes (1:2)
215911
Mikudag 4. november
Hondbóltur: Føroyar - Kosovo
215928