Russisk skip landaðu ein triðing minni í Noregi í fjør

Russisk skip landaðu ein triðing minni í Noregi í fjør
Nøgdin var 73.000 tons í fjør og 107.000 tons í 2022
Í dag kunnu russisk fiskiskip koma í tríggjar norskar havnir, Tromsø, Båtsfjord og Kirkenes.
Mynd: Stavanger Aftenblad (savnsmynd)  
 
07.03.2024 - 09:36

Færri russisk fiskiskip landaðu í Noregi í fjør enn í fyrraárið.

Russisku skipini vóru næstan ein fjórðing minni í fjør enn í 2022.

Sama tíðarskeið bleiv ein triðingur minni russiskur fiskur avreiddur í Noregi.

Tað skrivar norska kringvarpið.

Norska ráfiskafelagið skrásetti 73.000 tons av russiskum fiski í fjør samanborið við 107.000 tons í 2022. Afturgongdin er góð 30 prosent.

Felagið umfatar økið frá Nordmøre til russiska markið.

Í dag kunnu russisk fiskiskip koma í tríggjar norskar havnir, Tromsø, Båtsfjord og Kirkenes.

Í fjør komu næstan 100 færri russisk skip til Kirkenes enn árið fyri.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 6. november
Vikuskiftið 6 nov 2026
216044
Fríggjadag 6. november
Eitt korter við jazzi 5. november 2026
216040
Fríggjadag 6. november
LEITISSTEIN 06.11.2026 (Benjamin Rajani)
216031
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 6. november
Veðrið
216045
Fríggjadag 6. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216011
Hósdag 5. november
Veðrið
215981
Hósdag 5. november
Talvið um Tinganes (1:2)
215911
Mikudag 4. november
Hondbóltur: Føroyar - Kosovo
215928