Fiskimálaráðið telvaði illa móti Bretlandi

Fiskimálaráðið telvaði illa móti Bretlandi
Føroyar fingu einki burturúr at koyra russisk skip út úr serøkinum millum Føroyar og Bretland. Avtalan við Bretland er sera vánalig, halda Bjarni Hammer og Jacob Vestergaard
Dennis Holm, landsstýrismaður í fiskivinnumálum, stendur fyri skotum úr bæði samgonguni og andstøðuni fyri fiskivinnuavtaluna við bretar
 
07.03.2024 - 21:43

Fiskiveiðiavtalan við Bretland er ein sera vánalig avtala fyri Føroyar.

Tað halda Bjarni Hammer úr Javnaðarflokkinum og Jacob Vestergaard úr Fólkaflokkinum.

Teir vóru báðir í Uttanlandsnevndini hjá løgtinginum, tá Dennis Holm, landsstýrismaður í fiskivinnumálum, 7. november í fjør kom í nevndina at ráðføra seg um fiskivinnuavtaluna við Russland.

Til umrøðu var sonevnda "serøkið" millum Føroyar og Bretland. Eitt øki, sum bæði londini stýra - ávíkavist eftir føroyskum og bretskum reglum.

 

Fingu einki burtur úr at ganga bretum á møti

Undan fiskivinnusamráðingum við russar høvdu bretar strongt á fyri at fáa føroyingar at koyra russisk fiskiskip út úr hesum serøki.

Bretska ynskið verður eisini gingið á møti, tá Føroyar og Russland skriva undir fiskiveiðisáttmála, 8. desember í fjør. 

Men Føroyar fingu einki burturúr at ganga bretska  ynskinum á møti.

- Og tað er ov vánaligt, tí atgongdin at fiska makrel í bretskum sjógvi hevur sera stórt virði, halda bæði Bjarni Hammer og Jacob Vestergaard.

 

Einsamallur landsstýrismaður

- Hevði landsstýrismaðurin lurtað eftir politisku skipanini í Føroyum, eitt nú við at ráðføra seg við Uttanlandsnevndina, so hevði hann skilt týdningin av at fáa atgongd til at fiska makrel í bretskum sjógvi við í fiskivinnuavtaluna við Bretlandi, sigur Bjarni Hammer úr Javnaðarflokkinum.

Jacob Vestergaard úr Fólkaflokkinum, sum er fyrrverandi landsstýrismaður í fiskivinnumálum, heldur at sitandi landsstýrismaður hevur telvað sera illa í fiskiveiðisamráðingunum við Russland og Bretland.

Dennis Holm, landsstýrismaður í fiskivinnumálum, var gestur í sjónvarpsstovuni.

Fiskimalaradid_telvadi_illa_moti_Bretlandi

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 27. september
Bolero
213854
Sunnudag 27. september
Javnlíkar 7.partur (7:7)
109105
Sunnudag 27. september
Javnlíkar 6.partur (6:7)
109104
Sunnudag 27. september
Javnlíkar 5.partur (5:7)
109064
Sunnudag 27. september
Javnlíkar 4.partur (4:7)
109063
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 27. september
Andakt
213849
Fríggjadag 25. september
Veðrið
213809
Fríggjadag 25. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213786
Hósdag 24. september
Veðrið
213751
Mikudag 23. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213666