Skal gera tilmæli um lønir hjá bæði løgtings- og landsstýrisfólkum

Skal gera tilmæli um lønir hjá bæði løgtings- og landsstýrisfólkum
Sambært uppskotinum skulu útreiðslurnar til nevndina býtast javnt millum Løgmansskrivstovuna og løgtingið
Nevndin skal eisini koma við tilmæli um samsýningar og eftirlønir hjá landsstýrisfólkum.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
08.03.2024 - 10:28

Í staðin fyri tvær nevndir skal bara ein og sama nevnd gera tilmæli um samsýning og eftirløn til løgtingsfólk og landsstýrisfólk. 

Hetta tilmælið hjá arbeiðsbólkinum, sum viðgjørdi samsýning og eftirløn hjá løgtingsfólkum, hevur meirilutin í formansskapinum tikið til sín og lagt fyri løgtingið. 

Ein onnur broyting, sum skotin er upp, er, at nevndin skal ikki setast eftir hvørt løgtingsval, men bara, tá brúk er fyri henni. 

Sambært uppskotinum skulu útreiðslurnar til nevndina býtast javnt millum Løgmansskrivstovuna og løgtingið, tá nevndin viðger samsýningar til bæði landsstýrið og løgtingið.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 6. november
Vikuskiftið 6 nov 2026
216044
Fríggjadag 6. november
Eitt korter við jazzi 5. november 2026
216040
Fríggjadag 6. november
LEITISSTEIN 06.11.2026 (Benjamin Rajani)
216031
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 6. november
Veðrið
216045
Fríggjadag 6. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216011
Hósdag 5. november
Veðrið
215981
Hósdag 5. november
Talvið um Tinganes (1:2)
215911
Mikudag 4. november
Hondbóltur: Føroyar - Kosovo
215928