Myndugleikar: Ikki revsa børnini við at taka telefonina frá teimum

bannari
Myndugleikar: Ikki revsa børnini við at taka telefonina frá teimum
Boðskapurin frá myndugleikunum til foreldur, sum hava børn, ið hava sæð ótespilig videobrot á netinum, er greiður: Tak ikki telefonina frá børnunum
Mynd: Bárður Veihe  
 
15.03.2024 - 14:00

Ógvislig videobrot, ið vísa djórapínslu, sjálvmorð, skúlaskjótingar og krígsmyndir, er nakað, sum børn og ung í Føroyum javnan síggja á sosialum miðlum. 

Í greinini "Føroysk ung: Sóu mann skjóta seg í høvdið á Snapchat" her á heimasíðuni, søgdu fýra føroysk ung frá nøkrum av tí ótespiliga innihaldi, sum tey síggja og uppliva á Snapchat og Instagram.

Stóra avbjóðingin hjá foreldrunum er at vita, hvussu tey skulu bera seg at í tílíkum støðum. 

 

Mariann Reinert er politistur og samskipari í SSP-samstarvinum. Hon ávarar móti at revsa børnini við at taka snildfonirnar ella teldlarnar frá børnunum.

"Um eitt barn ella eitt ungfólk fortelur um slíkar upplivingar á sosialu miðlunum, so er ein nátúrlig reaktión hjá foreldrum at taka telefonina frá barninum. Hetta er ikki til barnsins besta, tí tað kann gera, at børnini aftra seg við at fortelja um hesar upplivingar. 

Mariann Reinert vísir hinvegin á týdningin, at foreldur eru til staðar í talgilda lívinum hjá børnunum.

"Um telefonin verður tikin frá barninum, tá barnið kemur til foreldrini og fortelur um eitthvørt ótespiligt ella óbehagiligt, ið tað hevur sæð ella upplivað á netinum, so kennist tað sum ein revsing hjá barninum. Tað merkir, at so kemur barnið ikki aftur til foreldrini eina aðruferð," sigur Mariann Reinert, SSP-politistur.  

 

Snildfonin er ein týðandi partur av gerandisdegnum

Sami boðskapur kemur frá felagsskapinum Barnabata.

Djóni Eidesgaard, aðalskrivari, fortelur at foreldur gerast meira og meira tilvitað um týdningin av at vísa sosialum miðlum ans. Kortini hava summi foreldur hug til at taka telefonina frá børnunum, um tey hava sæð okkurt ótespiligt.

Og tað er ikki eitt gott hugskot, heldur aðalskrivarin, sum somuleiðis sigur, at tað kann kennast sum ein revsing fyri barnið. 

20240315_NET_BORN_A_NETINUM_DJONI_1

 

Bæði børn og foreldur eru í villareiði

Upplivingar hjá børnum og ungum á sosialu miðlunum kunnu vera so ótespiligar, at bæði børn og foreldur ringja til ráðgevingina hjá Barnabata at leita sær ráð um, hvat tey skulu gera í støðuni. 

"Ofta so vísir tað seg, at tingini eru so grotesk, at tey tora ikki at fortelja tað fyri foreldrunum."

Djóni Eidesgaard, aðalskrivari í Barnabata

 

Tað, sum tey uppliva hjá Barnabata, minnir um tað, sum verður sagt í nýggju sendirøðini hjá danska kringvarpinum "Alene hjemme på nettet", har donsk børn greiða frá sínum upplivingum á sosialum miðlum, sigur Djóni Eidesgaard, aðalskrivari.

Eins og tey børnini, so vita tey føroysku børnini heldur ikki, hvussu tey skulu fyrihalda seg til ótespiligt tilfar á netinum, sigur Djóni Eidesgaard. Tí hóast okkurt er óhóskandi, so kann tað vera torført at venda sær burtur, vísir hann á. 

 

Tosa heldur við vinfólkini

Tey ungu, sum Kringvarpið hevur tosað við, hava øll sæð sjálvskaða, sjálvmorð og kynsligt innihald á netinum. Eingin av teimum hevur fortalt foreldrunum um tað, sum tey regluliga síggja á sosialum miðlum. 

Tey tosa heldur við sínar vinir og hugsa ikki um at siga tað við foreldrini, fortelja tey.

"Ótespilig videobrot eru so vanlig, at eg ikki hugsi so nógv um tað," sigur 15 ára gamla Ester Lamhauge. 

20240315_NET_BORN_A_NETINUM_04

 

Vantandi vitan eingin umbering

Hjá fleiri foreldrum kann tað sýnast trupult at skilja talgilda heimin, tá pallarnir støðugt broytast, og sosialir miðlar støðugt leggjast afturat. Men hóast tað, so hevur tað stóran týdning, at foreldur seta seg inn í hesar pallar og miðlar. 

"Tá foreldur eru tilvitað og vísa áhuga fyri talgilda lívinum hjá barninum, so er lættari at byrgja fyri, at barnið kemur illa fyri," sigur SSP-ráðgevin Daisy J. Iversen.

Ræðuliga nógv fólk føla, at tey vita ikki nokk um sosialar miðlar, spøl og ymiskt, og hvat tað kann. Men tað er, eftir mínum tykki, ikki nøkur umbering.

Daisy Iversen, SSP-ráðgevi 

 

20240315_NET_BORN_A_NETINUM_DAISY

 

Foreldramyndugleikin steðgar ikki við knappaborðið

Eingin ivi er um, at børn eru tey, ið vita mest um sosialu miðlarnir - tey eru serfrøðingarnir. Men børnini duga illa at skilja avleiðingar av skeivum avgerðum. Tí mugu foreldrini koma á vøllin, sigur Mariann Reinert, SSP-politistur. 

"Latið ikki børnini vera einsamøll úti á netinum. Verið við teimum. Foreldramyndugleikin er eisini galdandi á netinum, hann steðgar ikki við tastaturið." 

Mariann Reinert, SSP-politistur

 

Tað, sum veruliga hevur týdning, er, at foreldur eru forvitin og spyrja um talgilda lívið hjá barninum, greiðir SSP-politisturin frá. 

20240315_NET_BORN_A_NETINUM_MARIANN

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 30. desember
Árið í fer í fótbólti 2024
185690
Mánadag 30. desember
Sunnudagsdøgurðin
185677
Mánadag 30. desember
Morgunlestur mánadagur 30. desember 2025
185351
Sunnudag 29. desember
Eitt drúgt arbeiðslív í SEV (2:2)
185668
Sunnudag 29. desember
Bolero - 29. desember 2024
185657
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 29. desember
Fagnaðarkonsert fyri Knút Olsen
185655
Sunnudag 29. desember
Andakt við Hanusi á Gørðum
185653
Sunnudag 29. desember
Guðstænasta úr Kollafjarða kirkju
185656
Fríggjadag 27. desember
Transformatión
185627
Fríggjadag 27. desember
Hon leyp á leistum
167984