Løgreglan í Føroyum fleiri ársverk og tveir ákærar aftrat

Løgreglan í Føroyum fleiri ársverk og tveir ákærar aftrat
Longu næsta ár hækkar játtanin til løgreglu og ákæruvald í Føroyum og Grønlandi 54 milliónir krónur
Ákæruvaldið hjá løgregluni í Føroyum fær játtan til tveir ákærar aftrat.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
05.12.2025 - 11:33

Breið politisk semja er í Danmark um at styrkja bæði løgregluna og ákæruvaldið næstu fimm árini.

Við semjuni verður játtanin til løgregluna og ákæruvaldið økt ár um ár, til hon er útvið 1,5 milliardir krónur størri í 2030 enn í ár. 

Næstu fimm árini skulu útbúgvast fleiri løgreglufólk, og málið er at tey vera umleið 12.000 fólk í 2030. Tað eru umleið 300 fleiri enn í dag. 

Fleiri pengar skulu játtast til stríðið móti fíggjarligum kriminaliteti. Og so skulu drúgvu viðgerðartíðirnar í rættarskipanini styttast. Tað verður gjørt við fleiri pengum til ákæruvaldið og dómstólarnar.

 

Samlaða játtanin til donsku løgregluna og ákæruvaldið - sum eisini fevnir um Føroyar og Grønland - er 14,3 milliardir krónur í ár. (Savnsmynd: Bjarni Árting Rubeksen)

 

Eisini í Føroyum og Grønlandi

Við avtaluni verða eisini fleiri pengar játtaðir til løgregluna og ákæruvaldið í Føroyum og Grønlandi.

Løgreglan í Føroyum fær játtan til fýra ársverk aftrat, og ákæruvaldið fær játtan til tveir ákærar aftrat. Eisini fær løgreglan í Føroyum fleiri pengar til kt og aðra útgerð.

Longu næsta ár hækkar játtanin til løgreglu og ákæruvald í Føroyum og Grønlandi 54 milliónir krónur, og tá komið er til 2030 eru 133 milliónir lagdar oman á verandi játtan.

Samlaða játtanin til donsku løgregluna og ákæruvaldið - sum eisini fevnir um Føroyar og Grønland - er 14,3 milliardir krónur í ár. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 27. mars
Vikuskiftið 27. mars 2026
206364
Fríggjadag 27. mars
Bønhústoftin á Velbastað
206355
Fríggjadag 27. mars
Morgunlestur fríggjadagur 27.mars 2026
205924
Hósdag 26. mars
Eitt korter við jazzi
206252
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 27. mars
Veðrið
206362
Fríggjadag 27. mars
Løgtingsval 2026 - teknmálstulkað
206360
Fríggjadag 27. mars
KAKUMiKS 2 (2:7)
206356
Hósdag 26. mars
Løgtingsval 2026
206335
Hósdag 26. mars
Veðrið
206297