Føroyskir úrmælingar spæla tónleik hjá ukrainanum Sergey Ilyin

Føroyskir úrmælingar spæla tónleik hjá ukrainanum Sergey Ilyin
Tónleikarin og tónaskaldið Sergey Ilyin fekk í 2022 friðskjól í Føroyum frá krígnum í Ukraina.
Mynd: Rúni Jákupsson  
 
05.12.2025 - 11:29

Sergey er fallin væl til og hevur fingið í lag gott samstarv við føroyskar tónleikarar.

Hann skrivar jazz-tónleik, og leggur seg eftir easy listening-kompositiónum, ið vit eitt nú kenna frá Frank Sinatra og Ella Fitzgerald.

Føroysku jazz-trioina manna: Arnold Ludvig: bass, Kristian Pauli Ellefsen: klaver og Rógvi á Rógvu: trummur.



Eisini eru Vár Isaksen: sang og Justin James Villaneyva á saksofon í Studio 5.

Kvintettin spælir fýra sangir, ið Sergey Ilyin hevur skrivað.

Songkvinann, Vár Isaksen, hevur ikki sungið slíkan tónleik fyrr. Hon og Sergey starvast í sama barnagarði, og tað var soleiðis, at hon kom í samband við tónleikin hjá ukrainanum.



Væl liggur kortini fyri hjá Vár, sigur bassisturin, Arnold Ludvig. Tað snýr seg um venjing og royndir, og Vár hevur lært skjótt, ásannar bassisturin.



Hvat: Beinleiðis í Studio 5
Hvar: Í útvarpinum og á KVF Ljóð
Nær: Fríggjamorgun kl. 9.05 og tá tað passar tær á KVF Ljóð


1780756

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 3. mars
Eitt korter við kórtónleiki
205078
Týsdag 3. mars
Corrado Rustici um Chaire
205061
Týsdag 3. mars
Morgunlestur týsdagur 3.mars 2026
204717
Mánadag 2. mars
Norðurljóð 2.mars 2026
204747
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 3. mars
Stjørnan í fimta parti
204959
Mánadag 2. mars
Veðrið
205044
Sunnudag 1. mars
Andakt við Anton í Liljudali
204987