Turið aftur á landsliðnum

Turið aftur á landsliðnum
Turið Arge Samuelsen er við aftur á hondbóltslandsliðnum, sum í næstum skal spæla EM-undandystir ímóti Svøríki og Íslandi, eftir at kyndilsspælarin ikki var í hópinum seinast
Turið Arge Samuelsen (t.h.) er aftur á hondbóltslandsliðnum
 
18.03.2024 - 13:07

Turið Arge Samuelsen er við aftur á føroyska hondbóltslandsliðnum, sum í næstum skal spæla avgerandi EM-undankappingardystir ímóti Svøríki og Íslandi.

Tað kom óvart á, tá kyndilsspælarin ikki var tikin út til dystirnar ímóti Luksemborg fyri kortum, men hon er við í hópinum til torføru dystirnar ímóti norðurlendsku grannunum.

Tað er greitt eftir úttøkuna í dag.

Í mun til hópin, sum varð tikin út seinast, eru Natasja Hammer og Inga Maria Roysdóttir ikki við hesa ferð. 

 

Avgerandi dystir

Føroyar spæla á heimavølli ímóti Svøríki 3. apríl og á útivølli ímóti Íslandi fýra dagar seinni. Ikki fyrrenn tá verður greitt, um landsliðið hevur spælt seg til EM-endaspælið í vetur.

Fleiri mátar eru at kvalifisera seg. Um tað eydnast at vinna við meir enn fimm málum ímóti Íslandi, ber til at enda á 2. plássi í bólkinum. 3. plássið kann eisini vera nóg mikið. Fýra av átta londum, sum enda nummar trý í bólkinum, spæla seg víðari.

 

Føroyski landsliðshópurin

Málverjar
Annika Fríðheim Petersen, Follo HK (NOR)
Rakul Wardum, Ringkøbing Håndbold (DEN)

Vengur
Rannvá Olsen, VÍF
Anna Elisabeth Halsdóttir Weyhe, H71
Hervør Niclasen, Neistin
Turið Arge Samuelsen, Kyndil
Karin Egholm, H71
Lív Sveinbjørnsdóttir Poulsen, TMS Ringsted (DEN)

Strikur
Brynja Symphor Høj, Neistin
Bjarta Osberg Johansen, Kyndil
Pernille Brandenborg, København Håndbold (DEN)

Bakkar
Bjørk Franksdóttir Joensen, Neistin
Elsa Egholm, H71
Maria Pálsdóttir Nólsoy, Neistin
Súna Krossteig Hansen, Ajax København (DEN)
Jana Mittún, Viborg HK (DEN)
 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 28. apríl
Breddin: Fútin og Bakkafrostmálið
207660
Mánadag 27. apríl
Við Tórði á túri um Leirvíksfjall
207621
Mánadag 27. apríl
KÍ aftur á slóðina
207602
Sunnudag 26. apríl
Bolero
207574
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 27. apríl
Veðrið
207632
Sunnudag 26. apríl
Guðstænasta úr Sandavágs kirkju
207572
Fríggjadag 24. apríl
Hallucination
207204
Fríggjadag 24. apríl
Veðrið
207539
Fríggjadag 24. apríl
Kakumiks 2 (6:7)
207533