Vísa sína misnøgd við uppskotið

Vísa sína misnøgd við uppskotið
Uppskotið um burðardygga ferðavinna er ov víðgongt, sigur formaðurin í Bóndafelagnum
Mótmælismenn uttan fyri tinghúsið.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
19.03.2024 - 13:02

Bøndur ymsastaðni í landinum eru komnir til Havnar við tilsamans 33 traktorum at vísa sína misnøgd við uppskotið hjá landsstýrismanninum í vinnumálum um burðardygga ferðavinnu, sum fær fyrstu viðgerð í tinginum seinnapartin.

Tá traktorarnir vóru komnir til Havnar, var farið á garðin á Vatnaskørðum, har formaðurin í Bóndafelagnum, Sigert Patursson tók ímóti.

 

(Videomyndir: Helgi Abrahamsen)

 

Haðani gekk so leiðin oman í løgtingið.

Sigert Patursson sigur, at endamálið við tiltøkinum er at vera til staðar og vísa misnøgd við uppskotið, sum eftir hansara tykki er ov víðgongt.

Hoyr samrøðu, sum Frants Jensen gjørdi við formannin í Bóndafelagnum í útvarpstíðindunum:

 

19032024_Sigert_Patursson

 

Óðalsfelagið er eisini við í mótmælistiltakinum í dag. Niels Pedersen, formaður í Óðalsfelagnum, og Høgni Hoydal, landsstýrismaður. (Mynd: Bjarni Árting Rubeksen)
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 4. august
Ung lesa 5.partur - Hungursleikirnir
210832
Týsdag 4. august
Morgunlestur týsdagur
211543
Mánadag 3. august
Poppverturin 10
208464
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 4. august
Veðrið
211558
Fríggjadag 31. juli
Veðrið
211454
Mikudag 29. juli
Tórshavnar Big Band: Minnist tú enn
75425
Mikudag 29. juli
Reyðar baklyktir á vegnum
16327