Smyril fer aftur í sigling í kvøld

Smyril fer aftur í sigling í kvøld
Neyðugt er at skifta tvey toppstykki á tí eina høvuðsmotorinum
Smyril liggur á Havnini við maskinbreki, men hann fer eftir ætlan aftur í sigling í kvøld. (Savnsmynd: Bjarni Árting Rubeksen)
 
21.03.2024 - 13:32

Smyril fer eftir ætlan aftur í sigling í kvøld.

Strandferðslan sigur, at tvey toppstykki á einum høvuðsmotori verða skift í løtuni, og arbeiðir gongur væl.

Eftir ætlan verður siglt av Havnini í kvøld klokkan 21.15, og Smyril siglir ikki meira í dag.

Brekið var staðfest, tá Smyril skuldi fara av Krambatanga tíðliga í morgun, og hann var tí nakað seinkaður á Havnina.

Strandferðslan sigur, at í morgin siglir Smyril aftur eftir ferðaætlanini. 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 18. oktober
Bolero 18 oktt 2026
214959
Sunnudag 18. oktober
Filosofiskur (5)
214898
Leygardag 17. oktober
Jambalaja - 171026
214942
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 18. oktober
Andaktin við Jørgeni Frantz Andreasen
214952
Leygardag 17. oktober
Sement 2026 (3:3)
214954
Fríggjadag 16. oktober
Veðrið
214926
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858
Hósdag 15. oktober
Veðrið
214846