ES-tinglimir stuðul úr Russlandi

ES-tinglimir stuðul úr Russlandi
Fregnartænasturnar úr Kekkia og Belgia hava avdúkað ett netverk, sum breiðir russiska propagandu í Europa
 
30.03.2024 - 15:39

Fleiri ES-tinglimir hava eftir øllum at døma fingið peningaligan stuðul úr Russlandi at breiða russiska propaganda, skrivar Danmarks Radio.

Hetta hevur fingið fleiri tinglimir at krevja, at hetta skal kannast nærri og fáa avleiðingar.

Tað var belgiski forsætisráðharrin, Alexander De Croo, sum í gjár greiddi frá málinum. Hann segði, at hetta var eitt úrslit av einum kanningararbeiði, sum fregnartænasturnar í Belgia og Kekkia høvdu staðið fyri.

Fyrradagin kunngjørdi kekkiska stjórnin, at landsins myndugleikar høvdu avdúkað eitt netverk, sum breiðir russiska propagandu í Europa.

Renew-bólkurin í ES-tinginum krevur, at nøvn verða kunngjørd sum skjótast.

- Tá tað eisini snýr seg um starvsfelagar í ES-tinginum, sum mugu vit vera serliga ansin og fara gjølla til verka og fáa øll nøvnini fram, sigur Morten Løkkegaard við DR. Hann er ES-tinglimur fyri flokkin Vinstra og partur av Renew-bólkinum í ES-tinginum.

Hetta er ikki fyrstu ferð, at tílík mál taka seg upp í ES-tinginum. Tað seinasta var sonevnda Quatar-gate, tá grikski ES-politikarin Eva Kaili varð handtikin, eftir at tað varð avdúkað, at hon hevði tikið ímóti pengum úr Quatar fyri at fremja áhugamálini hjá Quatar í ES.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 28. mai
Morgunlestur hósdagur 28.mai 2026
208232
Mikudag 27. mai
Skratsj 27. maj 2026
208865
Mikudag 27. mai
Eitt korter við klassiskum
208859
Mikudag 27. mai
Serfrøðingurin: At bjálva hús
208868
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 27. mai
Lokkin 1:2
109457
Mikudag 27. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
208852
Týsdag 26. mai
Veðrið
208816