Færri forðingar men nakrar eru eftir

Færri forðingar men nakrar eru eftir
Nú eru fýra marknaforðingar eftir millum Danmark og Føroyar
Av tí at Føroyar hvørki eru í ES ella EBS, sleppa føroyingar ikki uttan nakað at innflyta heilivág til egna nýtslu í Danmark.
 
31.03.2024 - 10:41

Nú eru fýra marknaforðingar eftir millum Danmark og Føroyar.

Hetta sæst í yvirliti, sum føroyanevndin og grønlandsnevndin hjá fólkatinginum hava fingið.

Síðani 30.august í fjør eru fýra marknaforðingar millum Danmark og Føroyar og Danmark og Grønland færri, og eingin er komin aftrat.

Eftir eru marknaforðingar, tá kelidýr skulu millum londini í ríkisfelagsskapinum, 

Bara til tríggjar mánaðir

Viðvíkjandi Føroyum eru forðingar, tá heilivágur skal útflytast til Danmarkar.

Orsøkin er, at Danmark hevur ikki loyvi til at innflyta heilivág úr londum, sum ikki eru í ES ella EBS.

Tað eru Føroyar ikki.

Her er talan um, tá reseptheilivágur skal sendast einstøkum sjúklingum úr Føroyum til Danmarkar. 

Sama orsøk er til, at fólk í Føroyum bara kunna taka við sær heilivág til Danmarkar til í mesta lagi tríggjar mánaða nýtslu. 

Sleppa ikki at virka í Danmark

Fjórða marknaforðingin, sum er eftir, er atgongdin hjá advokatum í Føroyum til  Minretssag.dk. 

Fyri at sleppa á Minretssag.dk. krevst MitID Erhverv. 

Og fyri at fáa tað, krevst danskt CVR-nummar. 

Advokatfelag Føroya sigur, at hendan skipanin ger, at føroyskir advokatar kunnu ikki átaka sær borgaralig mál í Danmark. 

Kannað verður, um føroyskir advokatar kunnu fáa CVR-nummar og atgongd til MitId Erhverv, so teir kunnu brúka Minretssag.dk. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 20. juli
Oyggjar undir trýst - 3. partur
210483
Mánadag 20. juli
Poppverturin 8
208462
Mánadag 20. juli
HM-tíðindi 20. juli 2026
211136
Mánadag 20. juli
RagnarRokk: James McBain um Coronach
209143
Mánadag 20. juli
Morgunlestur mánadagur
211130
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 5mf dreingir 17-18
211100
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 6mf masters kvinnur
211099
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 10mf
211098
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 5mf gentur 17-18
211097
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 6mf kvinnur
211096