Vitin á Borðuni skal sleppa undan oljuni

Vitin á Borðuni skal sleppa undan oljuni
Vitin á Borðuni skal hava tryggari elveiting
Tað er millum annað fyri at sleppa undan oljutanganum, at elvetingin til vitan á Borðuni verður broytt. i
 
31.03.2024 - 15:03

Vitin á Borðuni skal hava tryggari elveiting.

Arbeiðið er byrjað.

Lagdur verður el-kaðal frá vitanum til mastrina hjá Føroya Tele. 

Higartil er elveitingin komin frá oljuriknum generatori, sum stendur á Borðuni.

Hetta verður bæði tryggari, tí sleppast kann undan oljutanganum á Borðuni, og elveitingin verður bíligari, sigur Uttanríkis- og Vinnumálaráðið.

Søfartsstyrelsen rindar helmingin av íløguni, tað er kaðalin, og Sjóvinnustýrið skal rinda fyri at grava niður kaðalin. 

Hetta er mett at kosta 1,8 mió.kr., og Uttanríkis- og Vinnumálaráðið biður løgtingið um eykajáttan.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 4. august
Ung lesa 5.partur - Hungursleikirnir
210832
Týsdag 4. august
Morgunlestur týsdagur
211543
Mánadag 3. august
Poppverturin 10
208464
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 5. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211581
Týsdag 4. august
Veðrið
211558
Fríggjadag 31. juli
Veðrið
211454
Mikudag 29. juli
Tórshavnar Big Band: Minnist tú enn
75425