Fyrsti prósturin settur í dag

Fyrsti prósturin settur í dag
Í dag skipar biskupur Ova Brim í embætið sum próstur 
Ovi Brim.
 
01.04.2024 - 10:31

Í dag skipar biskupur Ova Brim í embætið sum próstur. 

Tað verður í Gøtu kirkju kl.11.00.

Hetta er søgulig hending, tí embætið sum próstur er nýtt. 

Tað umfatar nakað av tí, sum dómpróstur og biskupur higartil hava havt um hendi. 

Leiðslan betri stundir

Leiðslan í fólkakirkjuni fær tí betri stundir at røkja sínar uppgávur, skrivar biskupur á heimasíðu fólkakirkjunnar.

Próstur skal røkja uppgávur biskupsins vegna, eitt nú viðurskiftini hjá prestunum. 

Hann hevur strategiska málið at menna kirkjulívið.

Hann skal eisini menna talgildar mannagongdir í fólkakirkjuni í tráð við eftirspurningin í samfelagnum.

Eitt annað mál, og tað hevur prósturin burturav, er at hava eftirlit við kirkjubókunum og í hesum sambandi hava ábyrgd av samskiftinum millum kirkjuna og stovnar landsins.

Gudstænastan í Gøtu kirkju kl.11.00 í dag verður send í útvarpinum og sjónvarpinum hjá Kringvarpinum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 3. juli
Vikuskiftið 3. juli 2026
210491
Fríggjadag 3. juli
HM-tíðindi 3. juli 2026
210478
Fríggjadag 3. juli
Morgunlestur
210452
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 3. juli
Veðrið
210489
Mikudag 1. juli
Dagur og vika - teknmálstulkað
210384
Týsdag 30. juni
Veðrið
210360