Stórur fólkavøkstur og nógv bústaðarbygging í Nes kommunu

Stórur fólkavøkstur og nógv bústaðarbygging í Nes kommunu
Fyri góðum ári síðani fekk kommunan býarheiti, og nú búgva 1.560 fólk í Nes kommunu
Í løtuni búgva 1560 fólk í Nes kommunu.
 
02.05.2024 - 11:41

Av stóru kommununum er fólkavøksturin størstur í Nes Kommunu, heili 3,4 prosent síðsta árið. 

Fyri einum góðum ári síðani fór fólkatalið í Nes kommunu upp um 1.500, so kommunan fekk býarheiti, og í dag búgva 1.560 fólk í kommununi. 

Samstundis er nógv bústaðarbygging á Toftum og har um leiðir.

 

Súni í Hjøllum, borgarstjóri í Nes kommunu. (Savnsmynd: Bjarni Árting Rubeksen)

 

Súni í Hjøllum, borgarstjóri, dylir ikki fyri, at Eysturoyartunnilin hevur skundað undir bæði fólkavøkstur og bústaðarbygging í Nes kommunu.

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum: 

 

02052024_Nes_kommuna

 

Byggivirkið KBH byggir í løtuni fleiri almannagagnligar íbúðir á Toftum. 

 


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 16. mars
Góðan morgun Føroyar
205668
Mánadag 16. mars
Morgunlestur mánadagur 16.mars 2026
205616
Sunnudag 15. mars
Guðstænasta í Dals kirkju
205639
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 15. mars
Andakt
205651
Sunnudag 15. mars
Guðstænasta úr Dals kirkju
205647
Leygardag 14. mars
Trapputing í Suðuroy - teknmálstulkað
205622
Leygardag 14. mars
Dagur og vika - teknmálstulkað
205619