Dávid Biskopstø Andreasen sendi KÍ inn aftur í FM-stríðið

Dávid Biskopstø Andreasen sendi KÍ inn aftur í FM-stríðið
Dávid Biskopstø Andreasen tryggjaði KÍ sigurin á Víkingi við málið seint í dystinum, og klaksvíkingar eru nú aftur í stríðnum um føroyameistaraheitið
Klaksvíkingar fegnast um sigursmálið hjá innskifta Dávidi Biskopstø Andreasen
Mynd: Leit  
 
12.05.2024 - 18:48

Dávid Biskopstø Andreasen var hetjan hjá KÍ, tá hann við máli úr stuttari frástøðu stutt fyri leiklok tryggjaði klaksvíkingum sigurin á Víkingi og samstundis dró KÍ inn aftur í stríðið um føroyameistaraheitið.

Við 2-1 sigrinum er KÍ bert trý stig aftan fyri oddaliðið, nú fyrsti triðingurin er farin afturum hjá teimum báðum grannunum.

 

Víkingur frálíka byrjan

Tað var útiliðið, sum byrjaði betur við Djúpumýru. KÍ lá langt afturi á vøllinum og bíðaði, og tað tók ikki langa tíð, áðrenn Víkingur slapp aftur um heimaverjuna. 

Signar á Brúnni sendi bóltin útfrá, og har var Sølvi Vatnhamar tryggur frá stuttari frástøðu. 

Heimaliðið arbeiddi seg innaftur í dystin, og hótti nakað - serliga upp á deyðbóltar, meðan støðan hjá Víkingi versnaði munandi, tá Sølvi Vatnhamar fekk ein skaða og mátti geva skarvin yvir.

Beint eftir javnaði KÍ á margháttligan hátt. Árni Frederiksberg, sum var ein av bestu spælarunum á vøllinum, skeyt nevniliga hornaspark úr høgru, og tað fór beinleiðis í málið eftir misskiljing við nærru stong.

 

Dávid feldi oddaliðið

Eftir steðgin byrjaði KÍ betur, og bæði Dan í Soylu og Pætur Petersen høvdu stórar kjansir, men ávikavist tvørtræið og Bárður á Reynatrøð vóru fyri.

Víkingarnir høvdu eisini sínar kjansir. Poul Kallsberg var leysur tvær ferðir við handaru stong, meðan Aron Ellingsgaard eisini royndi seg við langskoti. 

Júst tá alt bendi á, at dysturin fór at enda við javnleiki, avgjørdi KÍ. Víkingur misti bóltin, Pætur Petersen reyk avstað í vinstru og í trimum royndum eydnaðist KÍ og Dávidi Biskopstø Andreasen at seta bóltin í netið.

 

Aftur í rokanum

Nógv stóð á KÍ undan dystinum. Taptu teir, kundu teir mestsum strikast úr stríðnum um FM, meðan alneyðugi sigurin nú hevur sent teir beinleiðis inn aftur í rokan.

Víkingur er framvegis trý stig framman fyri klaksvíkingar, og við sigri á Skála í morgin, kann HB leggja seg undir liðina á teimum ljósabláu.

 

Við Djúpumýrui (Betri-deildin, 9. umfar)
KÍ - Víkingur, 2-1

0-1 Sølvi Vatnhamar, 5 min.
1-1 Árni Frederiksberg, 28 min.
2-1 Dávid Biskopstø Andreasen, 87 min.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 18. september
Vikuskiftið 18 sept 2026
213496
Fríggjadag 18. september
LEITISSTEIN 18.09.2026 (Regin Guttesen)
213490
Fríggjadag 18. september
Breddin: Sjúk mentan í løgtinginum?
213475
Fríggjadag 18. september
RagnarRokk: Stone Statues um Nothing Is Ever Over
212904
Fríggjadag 18. september
Beinleiðis úr Studio 5 - Lea Eyðbjørg
213464
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 18. september
Veðrið
213493
Fríggjadag 18. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213473
Hósdag 17. september
Veðrið
213424
Týsdag 15. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213311
Týsdag 15. september
Veðrið
213303