Skotglaður Boas gav H71 gott evropeiskt útgangsstøði

Skotglaður Boas gav H71 gott evropeiskt útgangsstøði
Boas Ellefsen á Skipagøtu skoraði 11 ferðir í 34-27 sigrinum hjá H71 á Trogir í Hoyvík, og nú hava hoyvíkingar gott útgangsstøði áðrenn útidystin í European Cup
Boas Ellefsen á Skipagøtu var toppskjýtti við 11 málum, tá H71 vann á Trogir í European Cup
Mynd: Andrei Antal  
 
17.10.2026 - 21:20

Boas Ellefsen á Skipagøtu var her, har og allastaðni, tá H71 vann 34-27 á kroatiska Trogir í 2. umfari av European Cup og tryggjaði sær gott útgangsstøði til returdystin á útivølli.

Evnaríki bakspælarin skoraði ikki minni enn 11 mál, og skeyt ikki minni enn 18 ferðir í fyrra dystinum millum liðini í Hoyvík. Fýra av málunum komu av sjey metra blettinum. Harumframt legði unglingin upp til fimm av málunum hjá liðfeløgunum.

Hoyvíkingar vóru á odda við tveimum í steðginum, og miðskeiðis í seinna hálvleiki var bert eitt mál á muni. Tað vóru seinastu fimm minuttirnir, sum gjørdu, at H71 nú má metast sum favorittur at fara víðari. Ta løtuna vunnu hoyvíkingar 6-1, og so vóru sjey mál á muni millum liðini áðrenn seinna dystin um eina viku. 

Helgi Hildarson Hoydal skoraði fimm mál, og Sofus í Selvindi, Høgni Heinason og Súni Dalsgaard skutu fýra í part.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 18. oktober
Bolero 18 oktt 2026
214959
Sunnudag 18. oktober
Filosofiskur (5)
214898
Leygardag 17. oktober
Jambalaja - 171026
214942
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 18. oktober
Andaktin við Jørgeni Frantz Andreasen
214952
Leygardag 17. oktober
Sement 2026 (3:3)
214954
Fríggjadag 16. oktober
Veðrið
214926
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858
Hósdag 15. oktober
Veðrið
214846