Allan skrivaði íslendska hondbóltssøgu

Allan skrivaði íslendska hondbóltssøgu
- Eg eri ótrúliga takksamur fyri at vera partur av hesum liðnum. Tað segði Allan Norðberg, tá Valur hevði skrivað íslendska hondbóltssøgu við at vinna European Cup
27.05.2024 - 18:17

Føroyski hondbóltsspælarin Allan Norðberg og íslendska felag hansara, Valur, vunnu European Cup ímóti Olympiacos eftir dramatiska brotskastskapping.

Hetta er fyrstu ferð, at eitt íslendskt lið vinnur eina evropeiska kapping fyri feløg.

Seinna finalan, sum var í Grikkalandi leygardagin, var hádramatisk, og brotskastskapping var neyðug, áðrenn Allan Norðberg og liðfelagarnir kundu fegnast um søguliga sigurin. 

Strandingurin skeyt sjálvur trý mál í dystinum og skoraði upp á sítt brotskast í kappingini úr sjey metrum, sum Valur vann 5-4.

 - Eg eri ótrúliga takksamur fyri at vera partur av hesum liðnum. Hetta var mega stórt og stuttligt, segði Allan Norðberg eftir dystin.

Tað størsta fyri teg á vøllinum?

 - Ja.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 4. oktober
Møti í Filadelfia í Gøtu
214246
Sunnudag 4. oktober
Guðstænasta í Gøtu kirkju
214240
Leygardag 3. oktober
Plátupanelið #42 (1996)
214225
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Sunnudag 4. oktober
Andaktin við Jastrid á Dul Sørensen
214241
Leygardag 3. oktober
Sement 2026 (1:3)
214234
Fríggjadag 2. oktober
Pan-Arctic Vision 2026
214213
Fríggjadag 2. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214162