ILA-forboð á Vágsfirði og Hovsfirði

ILA-forboð á Vágsfirði og Hovsfirði
Nú ILA er staðfest á Vágsfirði, hevur Heilsufrøðiliga starvsstova ásett nøkur forboð á Vágsfirði og Hovsfirði
ILA er staðfest í A-19 aliøkinum.
Mynd: Heilsufrøðiliga starvsstova.  
 
29.05.2024 - 06:56

Nú ILA er staðfest á Vágsfirði, hevur Heilsufrøðiliga starvsstova ásett nøkur forboð á Vágsfirði og Hovsfirði.

Tey eru sambært ILA kunngerðini.

Forboð er fyri at fiska innanfyri 1000 metrar frá aliringunum, fyri at sigla innanfyri 500 metrar frá ringunum, fyri at pumpa vatn inn ella út innanfyri 2,5 kilometrar frá ringunum, fyri at sandur ella grús vera upp- ella útpumpað innanfyri 2,5 kilometrar frá ringunum og forboð fyri at flyta aliútgerð.

Serligur áhugi er fyri slóðini hjá alibátum, sum arbeiddu á Vágsfirði, áðrenn ILA var staðfest. 

Tí eru ávísar treytir settar til ferðsluna hjá alibátum og útgerð av aliøkjunum í Hvalba, Selatrað og við Neslandið. 

Eingin illgruni er tó til ILA smittu aðrastaðni enn á Vágsfirði.

Heilsufrøðiliga starvsstovan ger vart við, at ILA ikki er vandamikið fyri fólk.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 16. september
Tí tú ert kvinna - longri samrøða
213205
Mánadag 14. september
Poppverturin 16
208470
Mánadag 14. september
Norðurljóð 14.september 2026
213174
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 15. september
40 ár síðani fólkaatkvøðuna
213167
Mánadag 14. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
213232
Mánadag 14. september
Veðrið
213221
Sunnudag 13. september
Andaktin við Christiani Gabrielsen
213166
Sunnudag 13. september
Guðstænasta úr Dals kirkju
213161