- Tíðindi, mentan og ítróttur
Ferðafólk hevði bensin í plastposum

Aftur í dag konfiskeraði manningin umborð á Smyrli bensin, sum ferðafólk royndu at hava við sær á ólógligan hátt.
Hesa ferð hevði eitt ferðafólk fylt sær tveir posar við bensini, sum viðkomandi ætlaði at hava við norður um Suðuroyarfjørð.
Niels Juel Arge, stjóri á Strandferðsluni, sigur, at manningin hevur havt eyguni við akførum, sum kunnu hava bensin við. Tí hava stakroyndir verið tiknar seinastu dagarnar.
Í morgun var talan um ein bil við útlendskum ferðafólki, sum hevði tveir plastposar við bensini við sær inni í bilinum. Hetta varð steðgað, og posarnir vóru tiknir frá viðkomandi.
- Hetta sigur nakað um manglandi umhugsni hjá fólki. Hetta er nakað av tí, vit eru uppi ímóti undir hesum umstøðunum, sigur Niels Juel Arge.
Talan var tó ikki um opnar posar, sigur hann.
- Men ein posi kann upploysast av bensini, og um eitt lítið hol er á, so kann tað leka út, sigur stjórin á Strandfaraskipum Landsins.
Hoyr alla samrøðuna við Niels Juel Arge, stjóra á Strandferðsluni, í tíðindunum klokkan 14.00.



























