Bilhús verður nú íbúðar- og vinnubygningur við parkeringskjallara

Bilhús verður nú íbúðar- og vinnubygningur við parkeringskjallara
Tórshavnar býráð hevur samtykt nýggja ætlan fyri Bøkjarabrekku, sum umfatar vinnuhøli, 100 bilpláss og 16 íbúðir
Íbúðar- og vinnubygningurin við parkeringskjallara, ið ætlanin er at byggja í Bøkjarabrekku í Havn
Mynd: ZETA arkitektar  
 
03.06.2024 - 09:35

Málið um bilhúsið við Bøkjarabrekku í Havn er til enn.

Men tað er broytt nógv samanborið við upprunaliga málið.

Tá, í 2021, var talan um 150 bilpláss og átta íbúðir.

Serstøk byggisamtykt skuldi gerast fyri økið millum Bøkjarabrekku sunnanfyri og Kongagøtu norðanfyri. 

Eystanfyri er Tinghúsvegurin og vestanfyri er Niels Finsens gøta.

 

Nýggj ætlan

Men hósdagin samtykti meirilutin í býáðnum eina nýggja ætlan. Hon umfatar vinnuhøli, 100 bilpláss og 16 íbúðir.

Parkeringskjallarin fer 12,5 metrar undir jørð, og ávikavist 13 og 16 metrar yvir jørð.

Ráðgevar hava gjørt nýggja uppskotið út frá viðmerkingum frá grannum og fundum við umsitingina, stendur í skránni fyri býráðsfundin í síðstu viku.

Yvirskipað er bygningurin trektur aftur frá grannamørkum.

Og hann er broyttur frá at vera eitt parkeringshús við íbúðum til ein íbúðar- og vinnubygning við parkeringskjallara. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 5. november
Breddin: Tilboð um rúsevnisviðgerð
215961
Mikudag 4. november
Dansival 04 nov 2026
215927
Mikudag 4. november
Skratsj 4. novembur 2026
215925
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 5. november
Talvið um Tinganes (1:2)
215911
Mikudag 4. november
Hondbóltur: Føroyar - Kosovo
215928
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215890
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215891
Týsdag 3. november
Veðrið
215860