Eysturkommuna 39 milliónir í rakstraravlopi í fjør

Eysturkommuna 39 milliónir í rakstraravlopi í fjør
Avlopið var 23 milliónir kr. størri enn mett
Nettoskuldin hjá Eysturkommunu við árslok var 44 mió. kr., sum eru 28 prosent av einari álíkning.
 
04.06.2024 - 11:30

Inntøkurnar hjá Eysturkommunu vóru 22,5 mió. kr. størri í fjør, enn mett var í fíggjarætlanini.

Inntøkurnar vóru 15 milliónir størri enn í 2022, hóast skattaprosentið lækkaði hálvt prosentstig.

Rakstrarútreiðslurnar í fjør vóru 108 mió. kr., 600.000 kr. minni enn mett.

Rakstraravlopið var 39 mió. kr, 23 mió. kr. størri enn mett.

Í 2023 gjørdi Eysturkommuna íløgur fyri 38 mió. kr.

Nettoskuldin við árslok var 44 mió. kr., sum eru 28 prosent av einari álíkning.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 7. november
PLÁTUPANELIÐ #43 (1976)
216068
Leygardag 7. november
Jambalaja - 071126
216065
Leygardag 7. november
Upp á tá - 061126
216062
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 7. november
Talvið um Tinganes (1:2) - teknmálstulkað
216066
Leygardag 7. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216058
Fríggjadag 6. november
Veðrið
216045
Fríggjadag 6. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216011