- Tíðindi, mentan og ítróttur
28 sjúklingar til Aalborg heldur enn Klaksvíkar
- Hetta hongur als ikki saman.
Tað sigur ein av teimum 28 sjúklingunum, sum skal skannast í Aalborg, og ikki í Klaksvík.
Sambært Norðlýsinum er talan um 28 sjúklingar, sum verða sendir til Danmarkar at verða skannaðir, av tí at leiðslan á Landssjúkrahúsinum ikki vil, at teir verða skannaðir á Klaksvíkar Sjúkrahúsi.
Sjúklingurin, sum vit hava tosað við, men sum ikki vil gera bandaða samrøðu, sigur, at hann hevur verið til nakrar kanningar á Landssjúkrahúsinum og hevur tosað við serlækna.
Serlæknin innstillaði hann til at gera ein skanning í nýggja skannaranum á Klaksvíkar sjúkrahúsi.
Men í morgun ringdu starvsfólk á Klaksvíkar Sjúkrahúsi til hansara og søgdu, at hann ikki skuldi skannast í Klaksvík kortini, men ístaðin verða sendur niður til Aalborg at skannast.
Hann fekk at vita, at hesi boðini vóru komin av Landssjúkrahúsinum.
Sjúklingurin sigur, at hann megnar ikki at fara einsamallur avstað og má tí hava fylgjara við.
Hann undrast eisini stórliga á, hví hann verður sendur til Danmarkar, tá ið serlæknin hevði innstillað hann til at verða skannaðan í Klaksvík.
- Tað hongur als ikki saman, sigur sjúklingurin.
Skanna í Klaksvík einaferð eftir summarferiuna
- Skanningar av prostata verða væntandi gjørdar á Klaksvíkar sjúkrahúsi einaferð eftir summarferiuna. Ymiskt skal fáast upp á pláss fyrst, áðrenn hesar skanningarnar kunnu gerast í Føroyum.
Tað sigur Steinar Eirikstoft, forstjóri í Sjúkrahúsverkinum.
Steinar Eirikstoft er forstjóri í Sjúkrahúsverkinum.
Hoyr innslag í útvarpstíðindunum
Urologur: Óneyðugt at bíða
- Tann nýggi Rolls Royce skannarin á Klaksvíkar sjúkrahúsi kann VÆL skanna fyri prostata í morgin. Tað er óneyðugt at bíða til eftir summarfrítíðina. Og allar avtalur eru longu komnar upp á pláss.
Tað sigur Jóhann Poulsen, urologur.
Jóhann Poulsen er urologur.
Jóhann Poulsen vil ikki gera bandaða samrøðu við Kringvarpið um hetta málið, men hann vísir á, at avtalur eru longu gjørdar við sjúkrahúsið í Aalborg um at kanna myndirnar, sum verða tiknar í skannaranum í Klaksvík. Avtalað er eisini, at svar verður sent aftur til Føroya.
- Tí er ikki neyðugt at senda fólk niður at kanna fyri prostata. Skanningarnar kunnu gott gerast í Klaksvík longu nú.
Jóhann Poulsen sigur, at skannaramyndir longu í dag verða sendar niður at kannast, eisini tá ið talan er um aðrar skanningar.
Hann vísir á, at tað eru radiologarnir, sum taka støðu til, hvar tær ymisku skanningar skulu gerast, men tað undrar hann stórliga, at teir ikki vilja nýta tey framkomnu tólini, sum longu nú eru í Føroyum, men ístaðin senda sjúklingar uttanlands.
Tað undrar hann eisini, at sjúkrahúsverkið vil nýta nógvar pengar at senda fólk uttanlands. Her eru nógvir pengar at spara, sigur hann.