Erla Kongsdóttir aftur í sigling hálvan juni

Erla Kongsdóttir aftur í sigling hálvan juni
Erla Kongsdóttir verður royndarsigld í næstu viku saman við klassanum og Sjóvinnustýrinum
Erla Kongsdóttir var tikin úr sigling í fjørheyst, tí girið gekk fyri. Nú fer hon aftur í sigling.
 
07.06.2024 - 10:44

Strandfaraskipið Erla Kongsdóttir fer eftir ætlan í sigling aftur um hálvan juni. 

Tað sigur Niels Juel Arge, stjóri á Strandfaraskipum landsins.

Erla Kongsdóttir verður royndarsigld í næstu viku saman við klassanum og Sjóvinnustýrinum fyri at fáa øll loyvi og góðkenningar.

 

Á hestleiðina

Eftir ætlan skal Erla Kongsdóttir fara í sigling á hestleiðini í seinnu helvt av juni.

Manningin telur seks fólk: skipara, stýrimann og maskinmeistara, tvær manningar við trimum fólkum.

Niels Juel Arge sigur, at fólk er til aðru manningina. 

Størvini til hina manningina hava verið lýst leys, og 20 umsóknir eru til tey trý størvini.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 20. oktober
Vitan
215009
Mánadag 19. oktober
Norðurljóð 19.oktober 2026
214430
Mánadag 19. oktober
RagnarRokk: Brian Tichy um Led By Vultures
214018
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 20. oktober
Veðrið
215101
Týsdag 20. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215053
Mánadag 19. oktober
Veðrið
215028
Mánadag 19. oktober
Leivur vil liva - teknmálstulkað
215025