Brúktir aliringar endurnýttir sum lendisverja

Brúktir aliringar endurnýttir sum lendisverja
Kjartan Hansen og Árni Skaale, hava seinastu tvey árini arbeitt við at mala á kvørn og stoypa brúktar aliringar um til lendisverju. 
 
10.06.2024 - 09:50

Hugskotið hjá teimum báðum er, at tá ið ein aliringur hevur tænt fyri seg, so verður hann lutaður sundur, maldur á kvørn og endurnýttur. 

 

Lendisverja_HD
 
Brúktir aliringar verða endurnýttir sum lendisverja
 

 

- Vit taka brúktar aliringarnar og kvørna teir um til smátt plast, sokallað granulat, sum so kann brúkast til endurnýtslu, sigur Kjartan Hansen, stjóri á Merkanor.

 

Kjartan Hansen, íverksetari, vísir hvussu brúktir aliringar verða kvørnaðir til granulat (Mynd: Bárður Lydersen)

 

- Hetta er ein roynd at gera brúk av tí tilfari, sum finst her í landinum og endurnýta tað. Aliringar er eitt, sum vit hava funnið útav, kann brúkast sum lendisverja, sigur Árni Skaale, stjóri á LookNorth. 

 

Árni Skaale, stjóri, vísir, hvussu lendisverjan sær út (Mynd: Bárður Lydersen)

 

Kjartan selur ein part av granulatinum til Árna, men mesta av granulatinum verður selt uttanlands til endurnýtslu. 

 

Aliringarnir verða maldir á kvørn til smáplast (Mynd: Bárður Lydersen)

 

Tá ið aliringurin er maldur á kvørn til smáplast, verður plasti víðari malt til granulat. (Mynd: Bárður Lydersen)

 

- Hugsanin er, at tú kanst fara við hesari lendisverju á økir, so sum eitt parkeringsøki ella eina gøtu, so kanst tú leggja hetta á, klikkja tað saman sum flisar, fylla mold og sáa í tað. So fært tú eitt grønt parkeringsøki, sigur Árni Skaale. 

 

Brúktir aliringar endurnýttir sum lendisverja. (Mynd: Bárður Lydersen)

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 21. apríl
Morgunlestur týsdagur 21.apríl 2026
207135
Mánadag 20. apríl
B68 gjørdi bart
207296
Mánadag 20. apríl
Morgunlestur mánadagur 20.apríl 2026
207134
Sunnudag 19. apríl
Ættirnar syngja og suða
207267
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 21. apríl
Glaðir amatørar - Silly Boys
127176
Týsdag 21. apríl
Glaðir amatørar - Kári P.
126792
Týsdag 21. apríl
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
207347
Mánadag 20. apríl
Veðrið
207325
Sunnudag 19. apríl
Andaktin við Hjalmari Waag Arge
207266