Rok í italska tjóðartinginum

Rok í italska tjóðartinginum
Neyðugt var í gjár at trilla ein andstøðupolitikara í italska tjóðartinginum út úr tinginum í koyristóli, eftir at fleiri fólkavald høvdu sligið og sparkað hann
Ruðuleiki valdaði í italska tjóðartinginum í gjár
Mynd: Welt  
 
13.06.2024 - 08:06

Ruðuleiki valdaði í tjóðartinginum, tá ið fólkavald slógu Leonardo Donno frá Fimmstjørnurørsluni, og onnur vóru skumpað. Tað skriva italskir miðlar.

Hetta hendi í undirhúsinum í italska tjóðartinginum, har onnur viðgerð var um lógaruppskotið frá stjórnini um, at landspartnar skulu hava størri sjálvræði. Andstøðan hevur funnist at uppskotinum. Andstøðuflokkar veittraðu við italska flagginum og sungu tjóðsangin. Teir søgdu seg óttast fyri, at landið fór í upploysn. 

Sjónbandaupptøka frá hendingini vísir Leonardo Donno, sum roynir at handa ráðharranum fyri landsparta- og sjálvstýrandi málum, Roberto Calderoli, eitt italskt flagg, og hvussu fleiri fólkavald tysja yvir móti Donno. Tað er ógreitt, um Donno síðani smellur í gólvið eftir at vera sparkaður og sligin. 

Tingfundurin var slitin, og nú skal sjónbandaupptøkan kannast neyvt, skriva italskir miðlar.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 1. september
Breddin: Snyrilsmálið í Grønlandi
212545
Mánadag 31. august
Poppverturin 14
208468
Sunnudag 30. august
Tónleikur í 13 øldir (9:10)
210352
Sunnudag 30. august
Guðstænasta í Argja kirkju
212460
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 1. september
Veðrið
212572
Týsdag 1. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
212532
Mánadag 31. august
Veðrið
212514
Leygardag 29. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212439
Fríggjadag 28. august
Veðrið
212423