16 leikarar tiknir út til U20-landsliðið hjá monnum

16 leikarar tiknir út til U20-landsliðið hjá monnum
Kapping verður í Celje í Slovenia í juli
Óli Mittún er ein av leikarunum á U20-landsliðnum.
 
14.06.2024 - 11:48

16 leikarar eru úttiknir til U20-landsliðið hjá monnum í hondbólti.

Teir skulu luttaka í kapping, sum verður dagarnar 10.-21. juli í Celje í Slovenia.

Føroyar eru komnar í ein sterkan bólk saman við Spania, Fraklandi og Sveis, skrivar Hondbóltssambandið.

Spania, sum eru verandi evropa- og heimsmeistarar í hesum árganginum, er hægst styrkismett í bólkinum, meðan Føroyar eru styrkismettar nummar tvey og Frakland nummar trý. 

 

Hava ikki tapt

Talan er um sera sterkan árgang hjá Spania, sum ikki hevur tapt nakran dyst í seinastu HM- og EM-kappingini. 

Føroyar taptu 35-25 fyri Spania í 2022. 

Føroyar vunnu 29-26 á Fraklandi í 2022 í U18 EM-endaspælinum. 

Føroyar hava ikki møtt Sveis áður.

Hjalti Mohr Jacobsen og Djóni Gaard Joensen eru venjarar hjá U20 landsliðinum hjá monnum.

 

Hesir eru tiknir út til landsliðið:

Málverjar:
Torstein Sivertsen, H71
Aleksandar Lacok, Neistin

Vinstri vongur:
Jákup Egholm, Ikast FS
Rói Seyer Hjaltason, H71

Høgri vongur:
Niklas Gaard, Neistin
Óla Jákup Gaard Olsen, VÍF

Strikur:
Rói Thomsen, H71
Ísak Vedelsbøl, H71

Bakspælarar:
Óli Mittún, IK Sävehof
Helgi Poulsen, H71
Høgni Heinason, H71
Høgni Højsted, H71
Rókur Ziskason, H71
Búi D. Poulsen, Grindsted GIF
Trúgvi Hávardsson, StÍF
Tróndur Johnsson, VÍF

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 1. oktober
Nýtt ljóð
214119
Hósdag 1. oktober
Breddin: Fíggarlógin og vaktarskipini
214095
Mikudag 30. september
Mono - Gissur Patursson - 300926
214057
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Hósdag 1. oktober
Veðrið
214115
Hósdag 1. oktober
Virðislønir M. A. Jacobsens 2026
214129
Mikudag 30. september
Gylta gullið (4:5)
25026