Næsta ár verður Havnarbáturin við

Næsta ár verður Havnarbáturin við
Havnar Róðrarfelag er best umboðaða felagið í kappróðrinum í ár. Felagið hevur m.a. tvey áttamannafør, men einki tíggjumannafar. Tað verður næsta ár, lovar formaðurin
17.06.2024 - 21:30

Kappróðurin blómar í Havnar Róðrarfelag, sum við 13 manningum er best umboðaða felagið í kappróðrinum í ár. 

Í onkrum bátastøddum hevur felagið fleiri bátar við. Millum annað hjá áttamannaførunum, har Tórsbáturin og Ørvur kappast við Gøtu Trónd, Argjabátin og Heiðabátin.

Kortini hevur sigursvanda felagið úr Havn einki tíggjumannafar, men nú lovar formaðurin, at Havnarbáturin verður við næsta ár.

 - Ja, vit hava tvey áttamannafør í ár, og so veit eg væl, hvat næsti spurningurin hjá tær verður, sigur Bjarti Mohr.

 - Teir halda seg vera betur førar fyri tí næsta ár. Eitt unglingalið í fótbólti fer jú ikki beint upp á Betrideildini. Teir skulu upp ígjøgnum allar trappurnar, áðrenn teir koma upp á ovasta trin, greiðir formaðurin frá.

So Havnarbáturin verður við næsta ár?

 - Tað vænta vit, ja. Tað ætla vit í øllum førum. Tað hopa vit, sigur Bjarti Mohr. 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 26. oktober
Veðrið
215405
Sunnudag 25. oktober
Bygdarlív 2 - Porkeri
215341
Sunnudag 25. oktober
Andakt
215339
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215334
Leygardag 24. oktober
Sement-finalan 2026
215329