Gullok: Øgiliga umráðandi at siga "jeg vil hava bóltin"

Gullok: Øgiliga umráðandi at siga "jeg vil hava bóltin"
Tvørafólk møttu fjølment upp til upphitingina í bryggjarínum OY undan seinnu hálvfinaluna í kappingini um Løgmanssteypið. TB vann fyrru hálvfinaluna 1-0 móti B36 við Stórá
Gullok og Andras Nolsøe hava omanfyri 250 dystir fyri besta mansliðið hjá TB.
Mynd: Jógvan Skeel Nolsøe  
 
19.06.2024 - 16:25

Stórur spenningur er undan seinnu hálvfinaluni millum B36 og TB í kappingini um Løgmanssteypið, sum verður spæld í kvøld.

Á pappírinum hevur TB lítlan fyrimun.

TB, sum spælir í næstbestu deildini, vann heldur óvæntað 1-0 heima móti B36.

B36 hevur vunnið steypakappingina sjey ferðir, seinast var í 2021. Men tað hevur gingið illa hjá B36 í ár, og herfyri varð venjarin skiftur út. Magni Hoseth stendur nú á odda fyri B36.

Hoyr samrøðu við Andras Nolsøe og Eyðun (Gullok) Svalbard í tíðindunum klokkan 16.00

1680433

 

TB hevur vunnið steypakappingina fimm ferðir, men tað eru næsta 50 ár síðani seinast.

B36 og TB spæla klokkan 17:30, og dysturin millum Víking og HB byrjar klokkan 18:30. Útvarpið sigur frá báðum hálvfinalunum. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 21. august
Vikuskiftið 21 august 2026
212117
Fríggjadag 21. august
Vit nerta við tarmsjúku
212105
Fríggjadag 21. august
Breddin: Fiskidagar ella kvotur?
212090
Hósdag 20. august
RagnarRokk 20.august 2026
210713
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 21. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212086
Fríggjadag 21. august
Veðrið
212114
Hósdag 20. august
Veðrið
212065
Mikudag 19. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212006
Týsdag 18. august
Veðrið
211985