Vit vita hvat vit hava, men ikki hvat vit fáa

Vit vita hvat vit hava, men ikki hvat vit fáa
Fólkaatkvøðan í Íslandi, sum verður 29. august er eisini frammaliga í tonkunum hjá íslendsku sjómonnunum
Mathias Dimon Næs
Fróði Isaksen, sjómaður í Íslandi
22.08.2026 - 12:42

Fróði Isaksen úr Klaskvík hevur búð í Íslandi í 19 ár.

Hann er sjómaður og setur her orð á tankarnar hjá sjómonnum í Íslandi, nú íslendingar skulu gera av um ísland skal taka samráðingar við ES upp, um íslendskan ES-limaskap. 

Tað er serliga atgongd til tað, sum í dag er íslendskur sjógvur, stýring av íslendsku fiskivinnuni og kvotabýti, sum liggur frammaliga í tonkunum hjá íslendsku sjómonnunum hesa tíðina. 

Fara onnur ES-skip at fiska fiskin í íslendskum sjógvi? Fara avgerðir um íslendska fiskivinnu at verða tiknar í Brússel, og fara íslendingar at varðveita sínar fiskimøguleikar?

Stúraninar eru, sambært Fróða Isaksen lættar at skilja, tá mann hugsar um hvussu stórur partur av íslendska búskapinum fiskivinnan er.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 30. september
Mono - Gissur Patursson - 300926
214057
Mikudag 30. september
Eitt korter við klassiskum tónleiki
214040
Mikudag 30. september
Orðaval #38: Málsøga
214020
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Mikudag 30. september
Gylta gullið (4:5)
25026
Mikudag 30. september
Myndlist í Føroyum (1:11) - teknmálstulkað
214037