Dennis Holm: Ósemja um makrel skal loysast millum Bretland og ES

Dennis Holm: Ósemja um makrel skal loysast millum Bretland og ES
Tað er fallið ES fyri bróstið, at Føroyar, Noreg og Bretland hava gjørt avtalu um makrelbýti. ES-fiskivinnustjórin hevur havt fund við landsstýrismannin í fiskivinnumálum
Dennis Holm er landsstýrismaður í fiskivinnumálum.
 
20.06.2024 - 10:03

ES-fiskivinnustjórin var í Føroyum, tá Føroyar skrivaðu undir semju við Bretland og Noreg um makrelin, men hon visti einki um, at ein avtala fór at verða undirskrivað. 

Sum skilst, er tað fallið ES fyri bróstið, at bæði Føroyar og Noreg hava gjørt avtalu við Bretland um atgongd til bretskan sjógv.

ES fær ikki lut í kvotunum, sum Bretland fær í avtaluni við Føroyar og Noreg. Tað er annars partur av Brexit-avtaluni millum Bretland og ES, at ES skal fáa burturav.

 

Charline Vitcheva, fiskivinnustjóri í ES. (ES/Wim Daneels)

 

Tað eydnaðist ikki Krinvarpinum at fáa orðið á Charline Vitcheva, ES-fiskivinnustjóra, áðrenn hon fór av landinum.

Men Dennis Holm, landsstýrismaður í fiskivnnumálum, var á fundi við hana í gjár, og fundurin gekk væl, sigur hann.

- Føroyar fingu viðurkenning fyri at taka ábyrgd. Og ein møgulig ósemja um makrelsemjuna skal loysast millum Bretland og ES, sigur Dennis Holm.

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum: 

 

20062024_Charlene


 

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 14. juli
HM-tíðindini 14. juli 2026
210911
Týsdag 14. juli
Ung lesa 3.partur - Kjarr
210829
Mánadag 13. juli
Oyggjar undir trýsti - 2. partur
210484
Mánadag 13. juli
Poppverturin 7
208460
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 11. juli
Vestanstevnuróðurin 2026
210817
Leygardag 11. juli
Vestanstevna 2026: 6 MANNAFAR KVINNUR
210815