Helena skal søkkjast á Borðoyarvík

Helena skal søkkjast á Borðoyarvík
Áhugabólkurin Reynsmúli í Klaksvík hevur fingið loyvi frá Umhvørvisstovuni at søkkja stálskipið Helenu á Borðoyarvík, út fyri Norðoyri.
Helena hevur ligið leingi við bryggju í Klaksvík, men nú verður hon søkt.
Mynd: Umhvørvisstovan  
 
20.06.2024 - 12:40

Umhvørvisstovan boðar á heimasíðu síni frá, at áhugabólkurin Reynsmúli í Klaksvík hevur fingið loyvi at søkkja Helenu á Borðoyarvík, út fyri Norðoyri. 

Treytirnar fyri loyvinum eru m.a., at alt dálkandi verður tikið úr skipinum, áðrenn tað verður søkt, og at skipsvrakið verður nýtt til kavingarendamál. 

Olivur Joensen í Klaksvík er stigtakari til verkætlanina.

- Skipið kann brúkast í undirvísingarhøpi. Vit hava fingið ein skúla her at upplæra fólk sum froskmenn, og tí hildu vit tað vera eitt gott hugskot at søkt okkurt skip á Borðoyarvík til upplæring, segði hann í Degi og viku í januar í ár. 

 

Helena æt upprunaliga Nónhamar, sum var smíðaður á Skála skipasmiðju til Klaksvíkar í 1964.

 

Ongarviðmerkingar til málið

Umsóknin er send Vørn, Landsverki og Klaksvíkar kommunu til viðmerkingar. 

Landsverk vísur á, at ongar siglingarleiðir eru í økinum, og hevur tí Landsverk ongar viðmerkingar til verkætlanina. 

Vørn og Klaksvíkar kommuna hava heldur ongar viðmerkingar, skrivar Umhvørvisstovan.

 

Søkkjast á 25 metra dýpi

Skipið, sum er 30 metrar langt, verður søkt á 25 metra dýpi á havbotnin vestan fyri vrakið av útróðrarbátinum Reynsmúla, sum fyri nøkrum árum síðani varð søktur á 14-15 metrar dýpi.

Ætlanin er, at skipið verður fest í botnin við tveimum akkerum á 1.000 kg hvørt og við ketum, ið viga 2.300 kilo hvør. Umsøkjararnir upplýsa, at tað er grovur skeljasandur er, har ætlanin er at søkkja skipið, og at akkerini eru egnað til sandbotn.

 

Eisini ferðavinnutørvur

Endamálið við verkætlanini er at geva frítíðarkavarum høvi at kava niður á vrakið. 

Janus Joensen, stjóri í Faroe Diving, segði í Degi og viku í januar, at tørvur er á slíkum skipum í sambandi við ferðavinnu.

Avgerðin kann kærast til Umhvørvisstovuna. Kærufreistin er 17. juli, skrivar Umhvørvisstovan á heimasíðuni. 

Olivur Joensen, stigtakari, sigur í stuttari viðmerking í dag, at gongst sum ætlað, verður Helena søkt í august, møguliga í sambandi við sjómannadagin.

Sí innslag í Degi og viku 19. januar í ár um Helenu og kaving her

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 14. august
Vit nerta við pedofili-OCD
211837
Fríggjadag 14. august
Vit nerta við rasismu í Føroyum
211836
Fríggjadag 14. august
RagnarRokk: Tom Hoppelshäuser um Phosphor
209149
Hósdag 13. august
RagnarRokk 13.august 2026
209867
Hósdag 13. august
RagnarRokk: Richie Faulkner um Evolution
209866
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 11. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211761
Týsdag 11. august
Veðrið
211744
Fríggjadag 7. august
Veðrið
211659