Løgmaður um aðalstjóramálið: Vildi vísa virðing fyri Umboðsmanninum

Løgmaður um aðalstjóramálið: Vildi vísa virðing fyri Umboðsmanninum
Turid Arge fer úr starvi sum aðalstjóri í Heilsumálaráðnum, og verður í staðin ráðgevi í Løgmálaráðnum
Aksel V. Johannesen, løgmaður.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
28.06.2024 - 13:44

Í gjár skrivaðu so Løgmansskrivstovan og Turid Arge undir semju, sum staðfestir, at Turid Arge fer úr starvi sum aðalstjóri í Heilsumálaráðnum, og í staðin verður ráðgevi í Løgmálaráðnum. 

Aksel V. Johannesen, løgmaður, sigur, at tað er fyri vísa virðing fyri Umboðsmansstovninum, at Turid Arge ikki heldur fram sum aðalstjóri í Heilsumálaráðnum, men fær átalu, og verður flutt í Løgmálaráðið, har hon verður ráðgevi.

 

Turid Arge gevst sum aðalstjóri í Heilsumálaráðnum, og verður ráðgevi í Løgmálaráðnum. 

 

Løgmaður setti í verk tænastumannakanning at lýsa embætisførsluna hjá Turid Arge, tí varhugi var, at hon hevði sett til viks innlitslógina, fyrisitingarlógina og umboðsmannalógina.

    - Innnlitslógina og fyrisitingarlógina, tí hon ikki gav Kringvarpinum rættar upplýsingar og neyðuga innlitið í málinum um átaluna til stjóran á Klaksvíkar sjúkrahúsi.

  - og umboðsmannalógina, tí hon í viðgerðini av innlits-klagumáli frá Kringvarpinum ikki rættstundis gav Umboðsmanninum tær upplýsingar og legði fram øll tey skjøl, sum Umboðsmaðurin hevði krav uppá.

 

Hetta er avtalan, sum Aksel V. Johannesen, løgmaður, og Turid Arge, sum fer frá sum aðalstjóri í Heilsumálaráðnum, hava gjørt.

 

Hevur brotið tænastumannalógina

Í niðurstøðu sínari staðfestir kanningarleiðarin, Jens Nørtved, at Turid Arge hevur brotið § 9 stk. 1 í tænastumannalógini, við at seta til viks ásetingar í innlitslógini, fyrisitingarlógini og lóg um Løgtingsins umboðsmann.

Sambært grein 9, stykki 1 í Tanæstumannalógini, skal tænastumaður:

"samvitskufult halda tær fyri starv hansara galdandi reglur, og skal bæði í og uttan fyri tænastu vísa slíkan atburð, sum starvi hansara sømir."

Hoyr samrøðu, sum Sigrúm Brend gjørdi við Aksel V. Johannesen, løgmann,  í útvarpstíðindunum: 

 

28062024_Aksel_um_Turid


 


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 11. oktober
Bolero
214602
Sunnudag 11. oktober
Guðstænasta í Sandavágs kirkju
214601
Sunnudag 11. oktober
Filosofiskur 4.partur
214536
Leygardag 10. oktober
Jambalaja - 101026
214589
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 11. oktober
Møti úr Oasuni í Hoyvík
214615
Sunnudag 11. oktober
Andakt
214609
Leygardag 10. oktober
Sement 2026
214595
Fríggjadag 9. oktober
Veðrið
214576
Fríggjadag 9. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214531