Landslæknin tikið boð um Áargarð aftur

Landslæknin tikið boð um Áargarð aftur
Tá landslæknin gjørdi fráboðað eftirlit á heiminum fyrr í ár, staðfesti hann, at heilivágurin var ikki handfarin nóg væl
Lars Fodgaard Møller er landslækni. (Savnsmynd: Bjarni Árting Rubeksen)
 
02.07.2024 - 08:58

Boðini, sum røktarheimið Áargarður á Sandi fekk frá landslæknanum, eru ikki galdandi longur.

Tey standa ikki longur á heimasíðuni hjá landslæknanum.

Sambært heimasíðuni verða boð strikað, tá landslæknin hevur fingið prógvað, at treytirnar í boðunum eru loknar.

24. apríl í ár fekk Áargarður á Sandi boð um at handfara heilivág forsvarliga og hava nøktandi journalføring, sjúkrabøkur, og útvega sær samtykki til røkt og viðgerð, sum byggir á upplýsing.

Landslæknin gjørdi fráboðað eftirlit á Áargarði 7. februar. Hann staðfesti, at heilivágurin var ikki handfarin nóg væl.

Stórur vandi er fyri, at fólk fáa skeivan heilivág, stendur í boðunum til Áargarð. 

Niðurstøðan hjá landslæknanum var, at trygdin hjá teimum, sum eru í Áargarði, er ikki nóg góð, ella sum tað stendur í boðunum, sum eru á donskum, at "samlet set udgør de større problemer af betydning for patientsikkerheden".

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 25. september
Vikuskiftið 25 sept 2026
213811
Fríggjadag 25. september
LEITISSTEIN 25.09.2026 (Benjamin Djurhuus)
213801
Fríggjadag 25. september
Breddin: Hækkandi matvøruprísir
213780
Fríggjadag 25. september
Beinleiðis úr Studio 5 - Danny & the Veetos
213778
Fríggjadag 25. september
RagnarRokk: Saeko um Back to Life
212906
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 25. september
Veðrið
213809
Fríggjadag 25. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213786
Hósdag 24. september
Veðrið
213751
Mikudag 23. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213666
Týsdag 22. september
Veðrið
213650